Sjálvhjálparbólkar

Hevur tú hug at luttaka í okkara sjálvhjálparbólkum?

Bólkarnir byrja aftur í viku 37 ella tá tað er fullteknað.

Vit hava leypandi tilmelding – Tekna teg nú, so fært tú boð, tá næsti bólkurin byrjar.

Intro bólkarnir eru hesir:

  • BØRN                    Mikudagar    kl. 14:30-16:30 (uml. 9-14 ár)
  • UNG                      Mikudagar    kl. 19:30-21:30 (uml. 14-22 ár)
  • MENN:                  Mikudagar    kl. 17:00-19:00
  • KVINNUR:            Mánadagar  kl. 17:00-19:00
  • FORELDUR:          Mánadagar  kl. 19:30-21:30
  • SUÐUROY  Stað og tíðspunkt er ikki ásett enn.
  • KLAKSVÍK  Stað og tíðspunkt er ikki ásett enn.

Treytirnir fyri luttøku á sjálvhjálparbólki hjá ADHD-felagnum eru:

Bólkar fyri børn, ung, kvinnur og menn: at tú ert limur í ADHD felagnum, og at tú hevur fingið staðfest ADHD/ADD.

Bólkar fyri foreldur: at tú limur í ADHD felagnum, og ert foreldur/verji/fosturforeldur at barni við ADHD/ADD.

Limir kunnu luttaka einaferð í hvørjum introbólki.