Takk fyri sera góða íkastið Kristian Eli Andersen.
Menniskjaligi prísurin fyri at bíða og ikki fáa neyðuga hjálpina og stuðul er alt ov høgur, sigur sálarfrøðingurin Kristian Eli Andersen og vísur á, at smidligari loysnir mugu skapast, ið skjótari kunnu hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí.
VIVE hevur granskað millum 45.334 danskarar við ADHD, sum vísir á hesi hagtøl:
– 49% við ADHD eru innaktiv á arbeiðsmarknaðinum
– 20 % við ADHD eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin
– 65 % við ADHD eru ófaklærd
– 23 % við ADHD eru faklærd
– Og einanst 13 % hava hægri lesnað
Tíðliga hjálp gevur útlit til somu lívsgóðsku máld á lívslongd, inntøku og heilsu, tí skula meira pengar til útgreiningar og tíðliga hjálp.
Eru rammurnar rættar, blóma fólk við ADHD, tí skal samfelagið eisini gerast meira ADHDvinarligt!
Les alla greinina her: