Heimaráðgevingin hjá Almannaverkinum

Heimaráðgeving hjá Almannaverkinum er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava børn undir 18 ár við avbjóðingum.

Endamálið við ráðgevingini er, at familjan fær ta hjálp og stuðul tey hava tørv á, soleiðis at tey fáa ein so vælvirkandi gerandisdag sum til ber.

Ráðgevingin fevnir um:
• Undirvísing um brekið ella sjúkuna (psykoedukatión)
• Námsfrøðilig og onnur faklig amboð at handfara avbjóðingar í gerandisdegnum.

Tilboðið er um alt landið.

Almannaverkið tlf. 36000 tpost av@av.fo

https://www.av.fo/fo/taenastur/allar/heimaradgeving