Takk til Tóru við Keldu – og vælkomin Ruth Thomsen

Á hugnaligari móttøku í MEGD í dag fekk ADHD felagið møguleika at geva eina hjartans tøkk til fráfarandi forkvinnuna, Tóru við Keldu, og ynskja Ruth Thomsen bestu eydnu, sum nýggj forkvinna í MEGD.

Í MEGD hava vit fingið karmar, sparring og møguleika at søkja fíggjarligan stuðul úr grunnunum. Hetta hevur gjørt tað møguligt, at menna eitt virkið felag.

Nakað sum hevði verið ógjørligt uttan MEGD og tað góða samstarvið við Tóru og starvsfólkini á skrivstovuni. Tað eru vit sera takksom fyri.

Nýggja forkvinnan, Ruth Thomsen, segði í “Góðan morgun Føroyar”, at arbeiðsmarknaðurin liggur henni nær at hjarta, og at tað er avgerandi, at øll sleppa upp í part. Hon vísti á, hvussu týdningarmikið tað er, at síggja styrkirnar hjá tí einstaka – tí øll duga okkurt. Arbeiði hevur ein stóran leiklut í samleikanum hjá tí einstaka, og hetta sjónarmið deila vit fult og heilt.

ADHD felagið hevur í fleiri ár arbeitt fyri at betra atkomuna til bæði arbeiðsmarknað og útbúgving. Vit halda, at nýggir arbeiðshættir, kunningartøkni og framstig innan viðgerð og vitan á neuropsykiatriska økinum eru sannir “game-changers”. Hetta fer uttan iva at betra bæði útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikarnar hjá mongum.

Tað er ikki bert ein persónligur vinningur – tað hevur eisini stóran samfelagsligan týdning. Ein rúmligari arbeiðsmarknaður gagnar okkum øllum. Men tað krevur, at skipanir og lógarverk verða dagførd, og at bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar fáa amboð og vegleiðing.