PLÁSS FYRI ØLLUM HEILUM
Psykatriski depilin á Landssjúkrahúsinum skipar fyri tveimum sera spennnandi og týdningarmiklum tiltøkum í mai mánaða.
Hvussu kunnu vit skapa rúm fyri øllum – eisini teimum við øðrvísi heilum – á arbeiðsmarknaðinum og í miðnámsskúlum?
So sera gott, at fokus verður sett á júst hetta evnið.
Tiltøkini verða hildin hesar dagarnar:
• Týsdagin 20. mai 2025, kl. 09:00–16:00.
Fokus verður sett á skúlan: Hvussu kunnu vit gera skúlar til støð, har øll trívast – eisini tey við øðrvísi heilum
• Mikudagin 21. mai 2025, kl. 09:00–16:00. Fokus verður sett á arbeiðsplássini: Hvussu kunnu vit skipa arbeiðspláss, sum rúma og styrkja fólk við ymiskum háttum at hugsa og arbeiða?
Til báðar dagarnar fer Dorthe Mitens frá Smart Psykiatri Academy at leggja fram arbeiðsháttin “24/7”, sum gevur ítøkilig amboð og háttaløg at brúka – bæði í skúla og á arbeiðsplássi.
Tiltøkini verða hildin í samstarvi millum Psykiatriska depilin og Smart Psykiatri Academy.
Nærri kunning um innihald og tilmelding kemur skjótt.
Setið kross í kalendaran longu nú til hesi týdningarmiklu tiltøk