Nú ber til at læna væl umtóktu bókina um undurfullar heilar sum ljóðbók. Bókin er ein stuttlig, áhugaverd og lærurík innleiðing í ymisk sløg av neurodivergensi, sum t.d. autismu, ADHD, OCD, orðblindni, angist og mangt annað. Ljóðbókin er at finna á bæði heimasíðuni og appini hjá eReolen, sum lánarar í Býarbókasavninum og Landsbókasavninum hava atgongd til. Sí leinki niðast í uppslagnum
Bretska Louise Gooding hevur skrivað, Ruth Burrows hevur myndprýtt, og Beinir Bergsson hevur týtt – og nú eisini innlisið bókina! Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í fjør í samstarvi við Sinnibata.
Við støði í Undurfullum heilum skipaðu Bókadeildin, Sinnisbati, ADHD fealgið, Autismufelagið og lesa.fo fyri átaki í mars, ið fagnaði neurodiversiteti. Hæddarpunktið í vikuni var eitt sera væl eydnað tiltak í Perluni, har Beinir Bergsson legði bókina fram, Ragnar Finsson framførdi nøkur løg, og fýra neurodivergentir einstaklingar bóru sína søgu fram. Tey vóru vóru Aleth Vang, Elisa Vang, Birita á Høgaryggi og Sigurð Lamhauge.
Læn ljóðbókina Undurfullir heilar her https://ereolen.dk/ting/object/870970-basis%3A140675245