Heilivágsváttan
Ferðast við heilivági Tekur tú dagliga heilivág og fert at ferðast, er umráðandi, at hava heilivágin við á ferðini. Hesi viðurskifti mugu tit hava í huga: Ein heilivágsváttan fæst frá apotekinum og er ókeypis. Vit viðmæla, at tit biða um eina heilivágsváttan í góðari tíð áðrenn tit fara at ferðast. Best um tað er 14 …. Continue Reading
ADHD og koyrikort
Felagið hevur fingið fyrispurningar frá limum, sum hava tikið koyrikortið, men sum hava fingið koyrikortið í tíðaravmarkaða tíð á 2 ár vegna tað, at tey taka heilivág. Felagið hevur sent fyrispurning til Landslæknan fyri at fáa greiði á reglurnar viðvíkjandi koyrikortkunngerðini § 69, stk. 2, nr. 1 jb. § 48, stk. 1 og § 54. …. Continue Reading
Ársfrágreiðing 2023
Ársfrágreiðing frá ADHDfelagnum fyri 2023, hildin á aðalfundi í Perluni 3.mars 2024 Eitt sera virkið og týdningarmikið ár er farið afturum. Tað, sum rennur í huga, er mest vælvild og framgongd, men á summum økjum hava bakkøst verið. Tað vísir okkum, at í Føroyum krevst eitt sterkt felag, sum áhaldandi fylgir við, rættleiðir, vísir á …. Continue Reading
Limakafé 5.mai
Tað er 1.sunnudagur í mánaðinum og tað merkir, at í dag kl. 15 verður ADHD limakafé í MEGD. ADHD limakaféin er eitt høvi, har limir kunnu møtast og fáa eitt gott óformelt prát. Sum oftast eru evnir á skrá, men viðhvørt er tað einki ávíst evni, men teir spurningar, ið limir koma við, ið prátið …. Continue Reading
Okkara nevnd: Bjørg
-Sonurin og hansara ADHD er tað, sum hevur lært meg mest her í lívinum! sígur Bjørg Dam Eg eiti Bjørg Dam og eri 48 ár. Eg eri sjálvstøðug vinnurekandi, forkvinna í ADHD felagnum og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Eg eri eisini mamma at tannáringi við ADHD. Hví ert tú í nevndini í ADHD felagnum? …. Continue Reading






