Væleydnað limakafé við Bárði Persson
Í dag hevði ADHD-felagið eina sera væleydnaða limakafé, har eini 20 fólk vóru komin saman at lurta eftir Bárði Persson fortelja opið og persónligt um sítt lív við ADHD og autismu. Bárður fekk staðfest ADHD fyri fimm árum síðani og Asperger fyri fimm mánaðum síðani. Hann tók okkum við aftur í barnaárini, har hann hevði …. Continue Reading
Tiltak um kost og ADHD í august 2025
22. august 2025 var eitt ADHD-vitan tiltak í Finsen um kost og ADHD. Poula Patursson, kliniskur dietistur og næstforkvinna í ADHD felagnum hevði framløgu grundað á gransking. Framløgan var upplýsandi, har fokus var á, hvussu matur og liviháttur kunnu ávirka fokus, orku og trivnað hjá bæði børnum og vaksnum við ADHD. Á tiltakinum varð greitt …. Continue Reading
“1049 standa í bíðirøð til psykiatri, hvat er at gera?”
Av tí at metnógv, heili 1049 standa í bíðirøð til útgreinin á psykiatrini, spyrja vit, hvat er at gera? Tí bjóða vit til spennandi tiltak við framløgum og politiskum kjaki, sum vónandi verður byrjanin til endan á longu bíðitíðini. Fyri at lýsa støðuna væl og virðiliga, hava vit fingið Tórunn H. Ósá, námslektara og Ph.d.lesandi, …. Continue Reading
ADHD quiz
Á Limakafé 6.apríl var spurnarkapping. Her eru røttu svarini (X stendur út fyri rætta svarið), men royn teg gjarna á facebook ella Instagram fyrst! 1 Hvat merkir ADHD? Attention Daydreaming Hope Disease Attention Deficit Hyperactivity Disorder X 2 Hvør vann ársins ADHD viðurkenning í 2024?Svar: Maybritt við Strond 3 Kann venjing minka um …. Continue Reading
Limakafé sunnudagin 6. oktober kl. 15:00
Sunnudagin 6. oktober kl. 15:00 koma Rakul Magnussen og Fríða Beder, sum starvast á Apotekinum, at greiða frá, hvat skamtan er, hvussu skamtan verður framleitt og hvussu ein kemur í skamtan. Eisini verður evnið ótilætlaðar hendingar, sum skamtan er við til at bøta um. Endamálið at geva eitt betri yvirlit yvir, hvussu vit arbeiða og …. Continue Reading







