Bræv til Siri Stenberg
Góða Siri. Nú tað frættist í nýggjum tilmæli frá arbeiðsbólki undir leiðslu av Heilsu- og innlendismálaráðnum, at niðurstøðan er tann, at ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, skulu fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, má eg vegna ADHD-felagið koma við hesari áheitan. Vit í ADHD-felagnum kunna vit …. Continue Reading
Bára og Bjørg í KVF
Sum liður í at varpa ljós á ADHD og vinna viðurkenning vóru Bjørg Dam forkvinna og Bára Silvansdóttir úr nevndini hjá ADHD felagnum í útvarpinum í morgun. Trýst á myndina fyri at lurta.
Tá Anna fekk húgvuna
Anna Nolsøe Joensen úr Miðvági er 22 ára gomul og hevur ADHD! – Tað byrjaði at kennast meira trupult at megna gerandisdagin, tá eg fór í framhaldsdeildina. Anna lá ofta og svav fram eftir borðinum, sat undir borðinum ella rokaðist í tímanum. Anna kláraði seg væl fakliga í fólkaskúlanum. Tá hon gekk á fyrsta ári …. Continue Reading
Nýggja nevndin í ADHD felagnum er farin til verka: málsetningurin er #viðurkenning
Nýggja nevndin í ADHD felagnum er farin til verka: málsetningurin er viðurkenning! Bæði forkvinnan og næstforkvinnan eru nýggj andlit í nýggju nevndini í ADHD felagnum og hava tey skipað seg soleiðis. Bjørg Dam, forkvinnaBára Silvansdóttir, næstforkvinnaMaibritt Hansen, skrivari: Eyđvør Gudmundsson, KassameistariTiltakslimur: Sunrid Rasmussen og Hans Hilmarson Hansen #VIÐURKENNINGÍ millum føroyingar er vitanin um ADHD í …. Continue Reading
#Viðurkenning
Nevndin hevur samtykt at arbeiða fyri 10 ítøkiligum málum fyri at náa endamálunum í viðtøkunum. Tað undirliggjandi fyri at røkka málunum er at vinna viðurkenning í samfelagnum, sum er sjálvt grundalagið fyri at skapa karmar og røttu viðgerð, soleiðis at okkara við ADHD fáa bestu lívstreytir. Vit arbeiða allatíðina við málunum, og verða tey tí …. Continue Reading