Stórur áhugi er at koma í nevndina í ADHD felagnum. Á aðalfundinum 20.mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndina úr 6 upp í 7 limum, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5. Eisini limaskarin í felagnum er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini.
“Langt er eftir á mál, og vit hava brúk fyri øllum hondum í felagnum” segði Bjørg Dam, sum varð afturvald á aðalfundinum, eftir at hava verið forkvinna seinastu 2 árini. – Stóra framgongdin í felagnum avspeglar tørvin og frustratiónirnar hjá familjum, sum eru raktar.
Tað er sera gleðiligt, at vit javnan hoyra, at tað er politiskur vilji til staðar, men vit merkja hann ikki. Bíðitíðin til útgreining er longd nógv seinasta árið, og alt ov fá fáa hjálp og viðgerð.
Psykiatriin er yvirrend av vaksnum og børnum, sum vilja hava hjálp.
Vit hoyra dagliga um rúsevnismisnýtslu, óarbeiðsføri, mistrivnað í skúlanum, angist, tunglyndi og økt tal av barnaverndarsakum.
Nógv, kanska helvtin av hesum, høvdu als ikki verið, um tey fingu røttu hjálpina fyrr!
Nýggj tøl vísa, at helvtin av teimum við rúsevnismisnýtslu og ein triðingur við rúsdrekkanisnýtslu hava eitt ADHD/ADD at stríðast við. Hettar er nógv hægri, enn áður hildið.
Óviðgjørt ADHD kostar danska samfelagnum 2,8.mia. um árið, sambært Rockwool fondinum. Vit vita ikki, hvussu nógv tað kostar Føroyum. Men tað sigur okkum, at samlaðu útreiðslurnar til almannaverk, heilsuverk, langtíðar arbeiðsleys, forsorg, fyritíðarpensión o.a. hevði verið nógv minni, um ein partur varð nýttur til diagnosticering, viðgerð og fyribyrging.
Kom nú! – Raðfest rætt, so ferð kann koma á ADHD útgreinan og viðgerð!
Vit eru í einum paradigmuskifti í Føroyum.
Tað eru komnar nýggjar viðgerðir innan ADHD/ADD, sum hjálpa sera væl.
Men alt ov fá eru útgreinaði, og fá av teimum útgreinaðu fáa bjóða heildarviðgerð, tí ov fáir pengar eru settir til viðgerð.
Vit ynskja, at tað skal uppraðfestast bæði á psykiatriini og innan sernámsfrøði og serdidatik, og tey, sum eru dottin niðurímillum, skula fáa hjálp at fóta sær aftur.
Tíbetur er viðgerðin í dag blivin so góð, at við tíðliga hjálp fáa nógv børn eitt heilt normalt lív. Ung og vaksin kunnu hjálpast somikið, at tey kunnu fáa eitt gott og langt arbeiðslív, júst sum øll onnur.
Men enn eru bert fá av teimum 5% av børnum og 2,5% av vaksum við ADHD útgreinaði, sum smb. WHO hava ADHD ella ADD. Tí er tað ein sjálvfylgja, at psykiatriin er yvirrend. Tí øll tey við óviðgjørdum ADHD hava nú endiliga eina vón til bata.
Eitt tílíkt paradigmuskifti er sæð fyrr í Føroyum við sjúkuni CTD. Tá segði man politiskt, at nú skal eingin doyggja av CTD, og tí varð sett inn at finna og viðgera øll við CTD.
Tað ber eisini til við ADHD, men viljin má verða til staðar.
Felagið arbeiðir við nógvum málum, og ovaliga er fígging av felagnum, tí tørvur er á fleiri sjálvhjálparbólkum, einum ADHD ráðgeva, førleikamennarum innan ADHD v.m.
Nógv tiltøk eru á skrá í næstum. Fyrst er ein ungdómskafé í Perluni og næst verður ADHD Rundferðin loksins upppafturtikin. Hetta verður 20.mai í Klaksvík. Les meir á adhd.fo.
Nevndin hevur skipað seg við Bjørg Dam, forkvinna, Asger Eið Karinarson næstformaður, Maiken á Mýruni skrivari, Anne Sophie Nordendal peningarøkil, Anna Nolsøe Joensen, Poula Patursson og Pætur Nattestad Petersen. Tiltakslimir eru: Edmund M. Djurhuus, Karolina Láberg, Óli Nolsøe Olsen, Bjørga Sivertsen og Laura Apol (væntar á myndini).