ADHD og koyrikort
Felagið hevur fingið fyrispurningar frá limum, sum hava tikið koyrikortið, men sum hava fingið koyrikortið í tíðaravmarkaða tíð á 2 ár vegna tað, at tey taka heilivág. Felagið hevur sent fyrispurning til Landslæknan fyri at fáa greiði á reglurnar viðvíkjandi koyrikortkunngerðini § 69, stk. 2, nr. 1 jb. § 48, stk. 1 og § 54. …. Continue Reading
Ársfrágreiðing 2023
Ársfrágreiðing frá ADHDfelagnum fyri 2023, hildin á aðalfundi í Perluni 3.mars 2024 Eitt sera virkið og týdningarmikið ár er farið afturum. Tað, sum rennur í huga, er mest vælvild og framgongd, men á summum økjum hava bakkøst verið. Tað vísir okkum, at í Føroyum krevst eitt sterkt felag, sum áhaldandi fylgir við, rættleiðir, vísir á …. Continue Reading
Limakafé 5.mai
Tað er 1.sunnudagur í mánaðinum og tað merkir, at í dag kl. 15 verður ADHD limakafé í MEGD. ADHD limakaféin er eitt høvi, har limir kunnu møtast og fáa eitt gott óformelt prát. Sum oftast eru evnir á skrá, men viðhvørt er tað einki ávíst evni, men teir spurningar, ið limir koma við, ið prátið …. Continue Reading
Okkara nevnd: Bjørg
-Sonurin og hansara ADHD er tað, sum hevur lært meg mest her í lívinum! sígur Bjørg Dam Eg eiti Bjørg Dam og eri 48 ár. Eg eri sjálvstøðug vinnurekandi, forkvinna í ADHD felagnum og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Eg eri eisini mamma at tannáringi við ADHD. Hví ert tú í nevndini í ADHD felagnum? …. Continue Reading
Okkara nevnd: Pætur
Eg eiti Pætur Nattestad Petersen og eri 33 ár. Eg starvist hjá Almannaverkinum og í Blákrossheiminum. Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum? Eg havi sjálvur ADHD og eri í nevndini í ADHD felagnum, tí eg ynski at varpa ljós á, hvat ADHD er. -Eg vil arbeiða fyri, at tað ikki skal verða tabu at …. Continue Reading