Tiltak um kost og ADHD í august 2025

22. august 2025 var eitt ADHD-vitan tiltak í Finsen um kost og ADHD. Poula Patursson, kliniskur dietistur og næstforkvinna í ADHD felagnum hevði framløgu grundað á gransking.

Framløgan var upplýsandi, har fokus var á, hvussu matur og liviháttur kunnu ávirka fokus, orku og trivnað hjá bæði børnum og vaksnum við ADHD.

Á tiltakinum varð greitt frá:

* hvønn leiklut kostur kann hava í mun til ADHD
* hvørji føðsluevni og matvanar kunnu stuðla betri gerandisdegi
* praktisk ráð, sum eru løtt at seta í verk

Her á síðuni kanst tú finna og taka niður slides frá framløguni um ADHD og kost.

PoulaPatursson-Kostur-ADHD-22aug

Vónandi kann framløgan geva íblástur 🙂