– Kom og fá meir at vita um, hvussu tað er at liva við ADHD/ADD, sum vaksin og sum foreldur, – og hvussu ein diagnosa gevur amboð og kann hjálpa!
Livar Nysted greiðir frá, hvussu tað er at fáa staðfest diagnosuna, sum vaksin.
Bjørg Dam, foreldur at barni greiðir frá, hvørji amboð og hjálp diagnosan gevur.
Tormóður Stórá leiðandi psykiatari LS og Tórfríð Danielsen, psykologur á Sernámi geva sítt fakliga íkast við at lýsa diagnosuna ADHD/ADD og hvørji átøk og sernámsfrøði kunna setast inn við.
Henda triðja Rundferðin av seks kring alt landið, skuldi verða í mars í fjør.
-Vegna koronu útsettu vit hana til ráðini aftur vórðu til tess! – ikki vistu vit, at heilar 15 mánaðir skuldu ganga!
-Vegna koronu útsettu vit hana til ráðini aftur vórðu til tess! – ikki vistu vit, at heilar 15 mánaðir skuldu ganga!
– Men nú verður hon so og hesaferð í norðurøkinum, heilt presist í Miðhøllini á Skúlatrøð 20.mai kl. 19-21.30!
Rundferðin er samskipað í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu.
Rundferðin verður stroymd beinleiðis, so øll í verðini kunnu fylgja við.
Tiltakið er ætlað øllum, bæði fakfólkum, avvarandi, havandi ADHD/ADD og øllum, ið vilja vita meir.
Rundferðin er ókeypis.