Nýtt tilboð: Ókeypis kunstterapibólkur til børn og ung við ADHD/ADD

kunstterapi

Sum nakað nýtt, bjóðar ADHD felagið í samstarv við Kunstterapi.fo við Vivian Sjóðklett nú ungum millum 14 og 22 ár í kunstterapibólk 9.september. Seinri í vetur, verður kunstterapibólkur til børn.

Í eina rúma tíð hevur felagið bjóðað væleydanaðar sjálvhjálparbólkar, har tað er vitan um neuropsykiatriska órógvið, læring av amboðum, samveran og dialogur, sum eru kjarnin.

Vit fegnast nú um, at kunna bjóða eitt tilboð, sum arbeiðir meira í tí stilla innanverts gjøgnum kreativitet. Tí tað kann geva teimum við lítlum ella ongum H’ið (ADD) ein lættari og meira nærliggjandi arbeiðshátt, og sum eisini kann gagna teimum við stórum H’ið. Hetta við at geva teimum eitt nýtt amboð og sjónarhorn inn til sín sjálvs.

Kunstterapi er at opna hurðar og hyggja inn í seg sjálvan við hjálp av einum skapandi úttrykki, tað verið seg við myndum, orðum, dreymum, figurum, skurðmyndum, ljóðum, djúphugsan ella rørslu. At lata hurðar upp og koma at kenna og temja nýggjar krókar í sinninum, er ein vegur til størri sjálvsfatan, kenslustýring og lívsgóðsku.

Samstarvið við Vivian Sjóðklett er gjørligt við stuðli frá Uttanríkis- & Mentamálaráðnum, og er ein verkætlan, ið ger tað gjørligt at bjóða ein kreativan terapihátt til ung við ADHD ella ADD ókeypis.
Vivian er m.a. útbúgvin listviðgeri og hevur í nógv ár bjóðað kunstterapi til einstaklingar og bólkar, eisini á psykiatriini.

Ígjøgnum arbeiði hevur Vivian sæð, hvussu gagnligt kunstterapi er, og tí hevur hon leingi ynkst at kunna bjóðað tilboðið ókeypis til børn og ung við ADHD/ADD. Tí tað ger, at øll kunnu luttaka, sjálvt um ráðini ikki eru til tess.

Allir limir millum 14 og 22 ár kunnu melda seg, eisini tey, ið hava luttikið í bólkum áður.
Bólkurin hittist einaferð um vikuna í 9 vikur, fyrstuferð 9. september í hølunum hjá Kunstterapi.fo í Niels Winthersgøtu 7 í Havn (ovast í gomlu køkubúðini).

Melda til her:

Er tú ikki limur, ber til at melda seg her: