Nevndin 2022

Nevndin anno 2022 🙌🏻

Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini, 7 nevndarlimir og heili 9 tiltakslimir!! 👏🏻

Vit eru blivin 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD í Føroyum 💪🏻

Og vit mugu ásanna, at her er úr at gera! Vit hava longu nátt nógv, men enn eru nógv mál á skrá, m.a. bíðilistarnir til útgreining, hjálp og stuðul í gerandisdegnum, skúlar, stovnar, arbeiðslív osv.

Og vit fara at skipa fyri enn fleiri sjálvhjálparbólkum, tí tað hevur víst seg gera stóran mun hjá fólki ❤️

Og sum nakað nýtt skipaðu vit fyri fyrstu limakaféini í gjár, sum eydnaðist so væl 🙏 Ætlanin er at hava limakafé hvønn mánaða 💪🏻

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Forkvinna: Bjørg Dam bleiv afturvald (sjálvandi!)
Næstforkvinna: Poula Patursson
Kassameistari: Anne Sophie Nordendal
Skrivari: Anna Nolsøe Joensen
Samskipari: Maiken á Mýrini
Nevndarlimir: Pætur Nattestad Petersen og Durita Brekku Dam.

Tiltakslimir: Edmund Djurhuus, Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, Eyð-Britt Tjaldrastein, Karolina Láberg, Bjørga Sivertsen, Petra Weihe, Óli Nolsøe í Garðamørk.
Ranvør Isholm og Laura Apol vanta á myndini.