Kvinnufelagsskapurin hjá Lions Club í Havn, sum eitur Liljan, hevur sum endamál, eins og allur Lions felagskapurin, at veita stuðul til arbeiðið, sum tey meta gevur meining, har tørvur er.
– Hesaferð valdu vit at stuðla ADHD-felagnum, ið hevur ætlanir, at gera upplýsandi tilfar, so alsamt fleiri koma at kenna til og vera tilvitað um, hvussu farast skal við teimum, ið hava ADHD.
ADHD felagið ger tilfar á føroyskum, og sum tekur støði í avbjóðingunum og møguleikum ein hevur við ADHD í Føroyum, bæði hvat viðvíkur skúla- og dagstovnatilboðum og almennu skipanunum. Umframt at vera sjónlig á sosialu miðlunum, so er eisini ætlanin at gera onkran faldara.
ADHD felagið er eisini í ferð við eina kunningarferðini ADHD Rundferð kring alt landið, sum er upplýsing og kunning um ADHD í síni heild.
Maiken og Bjørg vóru eitt kvøldið og høvdu upplegg um ADHD fyri kvinnufelagsskapinum Liljan, hjá Lions Club í Havn. Bilsnar og sera takksamar blivu vit, tá tær eftir framløguna søgdu, at tær vildu lata felagnum 25.000 kr til okkara arbeiði. Peningurin er eitt, og fer til at framleiða m.a. tilfar á føroyskum, men viðurkenning, hon kann ikki metast í virði, og gevur okkum treysti og mót, at arbeiða framhaldandi fyri børn og vaksin við ADHD/ADD, og familjur teirra.
-Av øllum hjarta takk <3