Okkara egni rusuti Jensjáku Hansen hevur saman við vinmanni sínum Gundur Mortensen gingið niðan á Kilimanjaro, 5.895 høga fjallið í Tanzania, ið er eisini er hægsta fjallið í Afrika.
Túrurin er partur av fyrireikingini at vinna á hægsa fjallinum í Suðuramerika Aconcagua.
Jensjáku hevur valt at brúka árið hann fyrireikar seg til at vinna á 6.961m høga fjallinum, sum liggur í Argentina eisini at savna pening inn til ADHDfelagið og at varpað ljós á ADHD. Hetta við at gera filmar, samrøður og annað upplýsingatilfar.
Til ber at stuðla við at flyta pening á konto í Betri nr 9181 5785172.
Filmarnir síggjast á youtube og til ber eisini at fylgja Jensjáku á facebook.
https://www.youtube.com/@Jensjaku/videos
https://www.facebook.com/jensjaku
TÚSUND TAKK FYRI TÍTT STÓRA ARBEIÐI OG FRAMHALDANDI BLÍÐAN BYR Í FYRIREIKINGUNUM: