– Tað er ein sorg og ein kensla av máttloysi. Og skuldarkenslurnar níva. Tað sigur Poula, sum er mamma at barni við skúlaaftran. Í seinastu útgávuni av Skúlablaðnum greiðir hon frá støðuni, hon og familjan eru í.
Eg havi valt at vera við í Skúlablaðnum og fortelja okkara søgu um mistrivnað og skúlaaftran hjá dóttrini.
Men ikki fyri at tit skulu taka synd í okkum, sum tað ljóðar á yvirskriftini
Eg vil heldur vera við til at varpa ljós á mistrivnað í skúlanum frá einum foreldrasjónarhorni og vísa á nøkur viðurskifti, sum ikki fungera í núverandi skúlaskipan.
Vónandi kann hetta geva nøkur amboð til starvsfólk í skúlunum – sum so vónandi fara at duga betri at lofta børnum og familjum
Les meir á skulabladid.fo