– Man tosar um ADHD ísfjallið, har Emil-typan er tann, ið sæst, og sum hevur søguliga definerað bæði symptomslýsing og viðgerð.
Tí eru gentur yvirsæddar og fáa alt ov seint hjálp, men helst eru í flestu førum teirra avbjóðingar ongantíð settar í samband við ADHD. -Veruleikin er, at ADHD vísir seg so ymiskt og serliga hjá kvinnum!
– Tað er fyri stuttum, at fokus er sett á, hvussu ADHD sær út hjá kvinnum og stóra leiklutin hjá hormonum, sum enn manglar gransking og vitan um.
-Við hesum verður vónandi lættari at fáa eyga á tær 5-6% gentur og kvinnur við ADHD, og geva teimum hjálp fyrr.
– Tormóður Stórá greiðir sera væl frá hesum í Degi og Viku, sum eisini tosar við Báru, um hvussu diagnosan hevur broytt hennara lív. Sí innsløgini :