Altjóða ADHD tilvitanarmánaður.

ADHDtilvit 2023


ADHD Awareness month er afturvendandi altjóðað tiltak, har ADHDfeløg, stovnar, einstaklingar varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD.
Umleið 5% av børnum og 2,5% av vaksnum hava sambært WHO ADHD, og tí er heimsherferðin frama fyri upplýsing og tilvit fyri hundatalsmilliónum av fólkum.

Føroyska ADHD felagið hevur seinatu árini verið við, og hevur framleitt filmar, plakat, podvørp, skipa fyri tiltøkum og verið til at skriva greinar og tíðindastubbar v.m.

Í ár fara vit serliga at varpa ljós á 3 viðurskifti: Sera longu bíðikøina, skúla og arbeiðsmarknaðin.

Seinast í mánaðinum verður eitt tiltak og vit fara sum vanligt at heira ein, sum hevur gjørt okkurt serligt frama fyri ADHD við ADHD viðurkenningini.
Heldur tú, at onkur serligur átti at fingið ársins ADHD viðurkenning, ert tú vælkomin at skjóta viðkomandi upp við at senda teldupost til adhd@adhd.fo og skriva eina stutta grundgeving. Tað ber eisini til at ringja til okkara á tlf 211428.

Vit ynskja øllum ein góðan ADHDtilvitanarmánaða við innarliga áheitan til limir og avvarandi um at deila ADHDtilvit.

Vinarliga
Nevndin í ADHDfelagnum