Okkara nevnd: Eyð-Britt

-Vit burdu lagt okkum eftir at sniðgivið kassan rundan um menniskjað og ikki øvugt, sigur Eyð-Britt.

 

Eg eiti Eyð-Britt Tjaldrastein og eri 44 ár. Eg eigi tvær gentur, sum eru 13 og 8 ár. Eg fekk staðfest ADHD sum 41 ára gomul. Eri útbúgvin bioanalytikari og starvist hjá FarGen, Folkaheilsustýrið.

Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum?

Eg bjóðaði meg fram sum tiltakslim, og er hetta er triðja árið á rað hjá mær.
Eg vildi læra um og samstundis møta øðrum við ADHD.
Fólk við ADHD hugtaka meg, og eg endi altíð í teirra selskapi, tí har føli eg meg ikki forkerta, men sleppi bara at verða eg, NO QUESTIONS ASKED. Føli meg verða komna heim til mína eyka familju.

 

Fólk við ADHD hugtaka meg, og eg endi altíð í teirra selskapi, tí har føli eg meg ikki forkerta, men sleppi bara at verða eg

Eitt orðatak sigur: Lige børn leger bedst, og eg haldi bestemt, at nakað er um tað. Kanska tí vit rúma ymiskleikanum? Ella bara føla okkum hjartaliga vælkomin í selskapið hjá hvørjum øðrum.
Vit finna oftani uppá ymiskt ørt (les: stuttligt), og har vit eru, har ber alt til, vit gera tað bara.

Hvat eru tíni hjartamál í nevndararbeiðnum?

Eg vil verða við til at avstigmatisera ADHD.
Tað eru vit við avbjóðingum, sum ynskja, at samfelagið rúmar okkum! Og tí mugu vit eisini taka kampin upp, haldi eg. “Eingin følir mein í annan mans bein” – og tí eru vit við ADHD jú tey allarbestu til at tala okkara sak.

Títt besta ráð til tey við ADHD ella teirra nærmastu?

 

Lat verða við at SAMANBERA.
Keyp tær nógv tol uppá tilboð.
Og lær teg at góðtaka, at vit eru, sum vit eru.

Vit eru fødd soleiðis. (Trúgv mær, nógv av okkum ynskja OFTA bara at verða sum hini, tí tað hevði verið so nógv lættari)

Øll fólk skulu ikki passa í tann sama kassan. Summir kassar eru undarligani langir, aðrir eru lítlir og mangla nøkur brettir, meðan uppaftur aðrir eru stríputir við hálvum prikkum. (Ja tú læs rætt, hálvir prikkar) Og tað er okay.
Sjálv veit eg aldrin hvar hasin h…. kassin er, eg havi antin forlagt hann ella gloymt hann eftir onkrastaðni, men tað ger einki, tí eg hugsi altíð OUTSIDE the box allíkavæl.
Ná, skemt til síðis, tit.
Vit burdu heldur lagt okkum eftir at sniðgivið kassan rundan um menniskjað og ikki øvugt.