ADHD: gentur og kvinnur yvirsæddar

Í miðal fáa gentur staðfest ADHD fýra ár seinni enn dreingir. Tey klassisku ADHD teknini eru ikki líka sjónlig hjá gentum, sum ofta venda ADHD inneftir, og tí varnast man ADHD hjá dreingjum fyrr.

Seinastu árini hava fleiri og fleiri vaksnar kvinnur fingið staðfest ADHD, tað mest vanliga tá tær eru í 30-40-50’unum. Og ofta aftaná tær sjálvar hava fingið børn, sum fáa staðfest ADHD.

 

Nógvar kvinnur vaksnar, áðrenn tær fáa staðfest ADHD

Hvussu ber tað til? Tað stutta svarið uppá spurningin er, at um tú hevur ADHD, so finnur tú gjøgnum lívið ymiskar mátar at megna tín gerandisdag við sokallaðum “coping strategium” – og uppá eitt tíðspunkt, so megnar tú ikki tað longur.

Svenska Lotta Borg Skoglund, sum er lækni, granskari og rithøvundur av bókini “ADHD hos piger og kvinder” er ein av førandi granskarunum innan ADHD hjá kvinnum. Hon er sjálv ADHD’ari og mamma at børnum við ADHD. Hon fekk sjálv ikki staðfest ADHD, fyrr enn hon var vaksin – hóast hon er fakfólk og serfrøðingur á økinum.

Lotta Borg Skoglund, tá hon vitjaði ADHD felagið til Megnartak í Norðurlandahúsinum í fjør

 

Sambært Lottu Borg Skoglund eru ávís tíðarskeið, sum eru serliga sárbær hjá kvinnum:

1. Pubertetur
2. Tá tær gerast mammur
3. Perimenopausa (tað vil siga sum 30-40 ára gamlar)

Tað er ofta í hesum tíðarskeiðum í lívinum, at kvinnur “crasha” og fáa tunglyndi ella “burnout”. Tær blíva kanska sjúkrameldaðar av strongd ella orka bara ikki meira. Og nústani tá kemur illgrunin um ADHD.

Tá byrja tær “coping-strategiir”, ið tú hevur lært teg at brúka, ikki at rigga longur. Tú hevur kanska lært teg at strukturera dagin, at stýra tínum kenslum og at skerma teg sjálva frá ov nógvum stimuli – fyri at megna títt lív við ódiagnostiseraðum ADHD

Sera nógv dømi eru um kvinnur, ið finna út av tær hava ADHD, tá tær eru vorðnar mammur. Og tað gevur meining, at tað er tá, at ADHD traðkar fram, tí sum nýklakt mamma hevur tú ikki yvirskotið og tíðina at blíva við at brúka tínar “coping strategiir” og klára tað heilt sjálv! 

 

Hormonir ávirka ADHD hjá kvinnum

Hormonini í kroppinum ávirka ADHD í stóran mun. Tað merkir, at man er serliga ávirkað í ávísum tíðarskeiðum í menstruatiónscyklus, og tá tá skiftisárini byrja, eisini kallað “peri-menopausa”.

Seinastu árini hevur Lotta sett fokus á “cyclic dosing”, tað vil siga, at tú eigur at taka ymiska mongd av heilivági alt eftir, hvar tú ert í cyklus.

Tað kvinnuliga kynshormonið østrogen og dopamin ávirka hvønnannan, ella sum Lotta sigur: østrogen og dopamin elska hvørt annað.

Tí er tað ofta best at taka ein lægri dosis fyrstu tvær vikurnar í cyklus, og at taka eitt sindur hægri dosis í seinnu helvt av cyklus tvs. frá eggloysn til menstruatión.

Men okkara hormonir ávirka okkum heilt ymiskt, tí nakrar blíva meira hyper og meira impulsivar í samband við eggloysn, tær fáa eitt sokallað “østrogen boost” og blíva meira “high on life” sum kann føra til meira risikoatferð! So hesar áttu í veruleikanum at tikið lægri dosis av ADHD heilivág hesar dagarnar rundan um eggloysn.

Nógv gransking innan ADHD fevnir eftirhondini um bæði mannfólk og konufólk, í mun til fyrr, tá tað mest varð hugt at dreingjum og monnum við ADHD. Tað er tó ein stórur trupulleiki, at hóast kanningarnar taka kvinnur við, so verður ikki tikið hædd fyri hormonum, cyklus, menopausu osv. Og tað er ein trupulleiki, tá hormonir ávirka okkara ADHD so nógv.

Nakað annað, ið eyðkennir kvinnur við ADHD, er, at tær tola ofta ikki fyribyrging sum t.d. p-pillar. Tær ávirkast ov nógv sálarliga, blíva tunglyntar og mugu gevast við viðgerðini.

Hagfrøðin vísur eisini, at kvinnur við ADHD oftari gerast við barn longu sum tannáringar samanborið við aðrar kvinnur. Tær eru tí oftari sokallaðar “ungar mammur”. Fáa tær staðfest ADHD nóg tíðliga, kann hetta fyribyrgjast. 

Enn er als ikki nóg nógv gransking innan, hvussu ADHD hjá kvinnum ávirkar tær heilt øðrvísi enn ADHD hjá monnum.


Heilsuverkið ger ofta mun á kvinnum og monnum

Flestu kvinnur við ADHD fortelja somu søgu, tá tær fóru ígjøgnum útgreining. Tær flestu hava kent seg einsamallar við trupulleikunum og sum eina byrðu fyri heilsuverkið. Tær blíva ofta sæddar sum strævnar, veikar, og at tær bara skulu taka seg saman! Bæði frá sínum nærmastu, men eisini frá bæði læknum og øðrum heilsustarvsfólkum.

Tí blíva tær ofta ikki ávístar, tá tær áttu!

Lotta Borg Skoglund hevur eitt stórt ynski um, at tað ikki bert var psykiatriin, sum hevði fokus á ADHD. Kvinnur við ADHD eru allastaðni í heilsuverkinum – ikki bara innan psykiatri! Tær finnast innan maga-tarmsjúkur, innan gynækologi, innan rheumatologi osv. Og sambært Lottu, eiga tey ymisku serøkini at tosa meira saman.

Serliga innan gynækologi kann rætta viðgerðin gera stóran mun fyri kvinnur við ADHD. At velja slag av fyribyrging er ikki lætt, tí nógvar kvinnur við ADHD tola ikki tey vanligu sløgini av fyribyrging sum eitt nú p-pillar.

Tá tær blíva eldri og skiftisárini byrja, fáa nógvar kvinnur ógvusligari ADHD tekin, og tá hevur tað stóran týdning at taka hædd fyri ADHD, um kvinnan skal byrja hormonviðgerð.

Lotta Borg Skoglund er ein tann førandi granskarin í ADHD hjá kvinnum og ADHD felagið gleðir seg at fylgja við í hennara víðari gransking.

Vit kunnu viðmæla at lesa bókina “ADHD hos piger og kvinder. Fra dygtig pige til udbrændt kvinde”.

Tú kanst eisini síggja framløguna hjá Lottu á okkara ADHD megnartak-ráðstevnu í fjør her Föreläsning i Torshamn (1 av 2) | Lotta Borg Skoglund

Eisini er nógv gott at lesa á heimasíðuni hjá Lottu (Letterlife), har hon javnan bloggar um evnið ADHD hjá kvinnum https://letterlife.se/sv/blog/ Letterlife Blogg

 

Samanumtikið er ADHD øðrvísi hjá kvinnum í mun til ADHD hjá monnum!

ADHD felagið heldur tað hevur stóran týdning at varpa ljós á evnið, soleiðis at vit kunnu fyribyrgja, at ov nógvar gentur og kvinnur fáa tað ringt, áðrenn tær fáa staðfest ADHD. 

 

Kelda til greinina: ymisk gransking hjá Lotta Borg Skoglund