Limakafé sunnudagin 6. oktober kl. 15:00

Sunnudagin 6. oktober kl. 15:00 koma Rakul Magnussen og Fríða Beder, sum starvast á Apotekinum, at greiða frá, hvat skamtan er, hvussu skamtan verður framleitt og hvussu ein kemur í skamtan.

Eisini verður evnið ótilætlaðar hendingar, sum skamtan er við til at bøta um. 

Endamálið at geva eitt betri yvirlit yvir, hvussu vit arbeiða og hvønn man skal venda sær til í smb. við skamtan.

Vit vóna at síggja nógv fólk 🙂

Vit hava limakafé kl. 15:00 fyrsta sunnudag í hvørjum mánaða, undantikið í januar og august. Nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir 🙂