Odd fellow stuðlar Barnabata og ADHDfelagið

Odd Fellow stuðlar ADHDfelagnum

Odd fellow hevði opið hús á Landsvegnum í dag, har stórt kvinnuferðalag við systrum úr Íslandi fortaldu frá spennandi og stóra arbeiðinum losjunar gera í Íslandi.

Høvið varð eisini nýtt at lata stórfingnan stuðul til Barnabata og okkum í ADHDfelagnum.
Vit avgjørdu, at allur peningurin fer til okkara barna- og ungdómsbólkar. Eftirspurningurin er vaksandi, og í løtuni hava vit einar 4-6 bólkar um árið, ið verða leiddur av fakligum bólkaleiðara.

Nógvar sólskynssøgur hava verið:
“Mamma, eg visti ikki at tey eisini hava ADHD í Havn”
“Síðan bólkin hava vit hildið áfram at hittast hvønn mikudag” søgdu tvær fittar gentur, tá bólkaleiðarin møttu tær aftur í SMS.
<3 Bólkar eru gull verdir <3

Peningastuðul er neyðugur, fyri at vit kunnu bjóða sjálvhjálparbólkar ið er týdningarmesta arbeiði vit gera beinleiðis til fólk við ADHD/ADD.

Viðurkenningin ein tílíkur stuðul gevur, gevur okkum áræði og motivatión at halda áfram arbeiðinum frama fyri fólkum og avvarandi við ADHD/ADD.

Av øllum hjartans tøkk Odd Fellow ❤️