Greinin er skrivað av Fríðu á Mýrini
At hava ADHD er sum at hava eitt orkestur, ið roynir at spæla uttan dirigent. Soleiðis sigur Thomas E. Brown, Ph.D. í kliniskari sálarfrøði á Yale University, sum er serfrøðingur í at útgreina og viðgera ADHD hjá fólkum í øllum aldrum.
Hann greiðir frá, at vit kunnu ímynda okkum eitt symfoniorkestur uttan ein dirigent at skipa orkestrið, signalera innleiðsluna av ymsum ljóðførum og miðla eina yvirskipaða tulking av tónleikinum til allar tónleikararnar. Orkestrið fer ikki at spæla góðan tónleik, hóast hvør einstakur tónleikari spælir sítt egna ljóðføri sera væl. Hann greiður frá, at sjúkueyðkennini við ADHD kunnu samanberast við veikleikar, tó eru tað ikki veikleikar hjá tónleikarunum, men hjá dirigentinum.
Fólk við ADHD eru vanliga før fyri at vera uppmerksom, at byrja og steðga við at gera okkurt og gera sær ómak. Harumframt eru tey før fyri at brúka teirra stuttatíðarminni effektivt, serliga tá ið tey gera okkurt, ið teimum dámar sera væl.
Thomas E. Brown meinar, at okkurt bendir á, at tey ikki eru ikki før fyri at hugsavna seg, vera varin ella kýta seg. Tey duga sera væl at spæla á teirra ljóðføri, tó einans av og á. Trupulleikin er, at tað er sera torført hjá teimum at seta gongd á og stýra teimum eksekutivu funktiónunum, tá ið tørvur er á tí.
Eksekutivar funktiónir vísa til ein bólk av top-down sálarligum tilgongdum. Gransking av børnum og vaksnum við ADHD vísa á trupulleikar við eksekutivum funktiónum. Tær eksekutivu funktiónurnar eru eitt heiti fyri evnini at stýra kognitivum, kensluligum og atferðarligum funktiónum, og tað verður hildið at vera ein fortreyt fyri systematiskari hugsan. Hetta eru grundleggjandi funktiónir, ið vit hava tørv á fyri at kunna virka í gerandisdegnum. Ein og hvør støða, har ein trupulleiki skal loysast, fevnir um hesar funktiónir. Tær geva okkum møguleika at fáa vitan um, hvat skal til fyri at loysa torførar støður, og tær eru í heila tikið neyðugar fyri fløkjasligar, málrættaðar gerðir og hugsanir. Harumframt gera tær tað møguligt at goyma og brúka minnir um effektivar mátar at handfara lívsins støður.
Eksekutivar funktiónir snúgva seg ikki bert um, hvat fólk vita ella duga, men heldur um, hvat tey vilja, hvussu tey gera tingini og nær.
Um tú hevur kognitivar avbjóoðingar, hevur tað vanliga við sær avbjóðingar í intellektuellu funktiónunum, meðan niðursett eksekutiv funktión hevur meira víðfevndar avleiðingar, orsakað av at tær eru fleiri ymiskar, óheftar funktiónir, ið kunnu ávirka øll viðurskifti í atburðinum. Tað er umráðandi at hava í huga, at tað er ymiskt frá persóni til persón, hvørjar dysfunktiónir koma fyri. Hetta ger tað trupult at kanna eksekutivu funktiónirnar og ger tað ómøguligt at staðfesta ella útiloka teir við bert einari kanning.
Uppmerksemi
Uppmerksemistrupulleikar vísia seg við, at persónar hava trupult við at varðveita uppmerksemið og halda áfram við uppgávum líka leingi sum javnaldrar. Harafturat kann tað vera trupult at fylgja reglum og boðum á sama støði. Børn kunnu eisini vísa seg at vera meira órólig og gloymsk enn javnaldrarnir. Foreldur og lærarar siga ofta, at hesi børn ikki lurta eftir, soleiðis sum man kundi væntað. Tey hava trupult við at hugsavna seg, verða lætt ørkymlað og hava trupult við at klára uppgávur. Hesin atburður fevnir um at dagdroyma og eitt lyndi til at skifta millum ymiskar aktivitetir uttan at fullføra teir.
Í flestu útbúgvingar- og arbeiðsumhvørvum er neyðugt við tilvitaðari stýring av uppmerkseminum, soleiðis at tað ikki verður flutt til óviðkomandi stimuli. Kanningar vísa, at vaksin við ADHD hava týðandi trupulleikar við hesum. Hetta kann hugsast at vera orsakað av, at ein við ADHD ikki hevur so gott tamarhald á sínum selektiva uppmerksemi, av tí at amygdala er minni, og tað ófrívilliga uppmerksemi tískil tekur yvir.
ADHD er eisini ofta knýtt at niðursettum eginleika til at koyra bil, tí tað er torførari at fylgja reglunum, og tað er torførari at taka skjótar avgerðir.
Hyperaktivitetur/impulsivitetur
Hyperaktivur-impulsivur atburður, ið sæst hjá fólkum við ADHD, vísir seg í øktum kropsligum órógvi, manglandi eginleika at vera sitandi í frið, áhaldandi rørslu, renning og klatring, larmandi spæl, avbrot í leiki hjá øðrum og óførleika at bíða eftir at sínum túri í leiki og spølum. Foreldur og lærarar siga, at børnini altíð røra seg, altíð eru á ferð og eru ótolin. Hugtakandi gransking staðfestir, at børn við ADHD eru meira virkin enn teirra javnaldrar, vísa fleiri motoriskar rørslur og hava trupult við at steðga atburði, sum er í gongd. Tey tosa meira enn onnur, avbróta samrøður, hava trupult við at standa ímóti freistingum, reagera brádliga og gera impulsivar feilir í gerandisdegnum.
Tá ið ein hevur trupulleikar við impulshæmning, handlar viðkomandi, áðrenn hann hevur givið sær stundir at hugsa, og reagerar impulsivt uppá ting, ið henda rundan um seg. Hetta kann merkjast við at avbróta onnur, tosa nógv og hava ringt við at tola bíðitíð og tómgongd. Tað verður ein avbjóðing at útseta sín egna tørv, og impulsivar reaktiónir av frustratión koma fyri. Í gerandisdegnum er bæði arbeiði og privatlív treytað av, at tú dugir at vísa hóskandi sjálvstýri, soleiðis at tú kanst steðga eini verandi gerð og lata vera við at byrja eina nýggja gerð ella kensluliga reaktión. Í arbeiðsumhvørvinum og í útbúgvingini eru fólk við ADHD í vanda fyri at lata smáar irritatiónir elva til yvirdrivnar reaktiónir, sum kunnu elva til trupulleikar ella enntá at siga seg úr starvi ella at steðga við útbúgvingini. Úrslitið av hesum er, at tey ofta skifta arbeiði og hava ringt við at støðast, har tey eru. Í familjuni kann impulsivitetur gera tað trupult at hava eitt gott lív við børnum og maka. Avtalur verða ofta misskiltar ella gloymdar, tí at nýtt órógv kemur, ið ger, at viðkomandi verður upptikin av tí.
Samanumtikið kann sigast, at fólk við ADHD eru umleið 30% aftanfyri onnur í menningini av vanligum eginleikum. Eisini hava tey seinkaða menning av ávísum økjum í heilanum, umframt niðursetta funktión í pannulappunum, har tær eksekutivu funktiónirnar verða stýrdar. Hesi viðurskifti, saman við niðursetta dopamininum, koma til sjóndar í atbuðrinum gjøgnum trý høvuðseyðkenni, sum eru uppmerksemistrupulleikar, impulsivitet og hyperaktivitet.
Fríða á Mýrini, 2024