Maiken er okkara samskipari

Nú okkara felag er voksið til at verða eitt av størstu felagnum í landinum við yvir 600 limum, hevur nevndin valt at seta ein samskipara.

Nevndin hevur sett Maiken á Mýrini í starv sum samskipari hjá ADHD felagnum nakrar tímar um vikuna. 

Maiken hevur sitið í nevndini í ADHD felagnum í 5 ár og var Maiken við til at seta sjálvhjálparbólkarnar á stovn.

Seinastu árini hevur Maiken starvast í nógv ár hjá Bústaðir, umframt í ognarmeklarafyritøkuni Skyn og sum advokatskrivari hjá Advokatskrivstovuni.

Uppgávurnar sum samskipari í felagnum fevna eitt nú um

  • at samskipa mánaðarligu nevndarfundirnar og allar aðrar fundir
  • skriva fundarfrásøgnir
  • skipa fyri limakafe og øðrum tiltøkum saman við nevndini
  • umsita og samskipa sjálvhjálparbólkarnar við limirnar og bólkaleiðararnar
  • gera tilfar til heimasíðuna og sosialu miðlarnar saman við nevndini
  • umsita roknskapin hjá felagnum
  • umsita fyrispurningar, sum koma inn til felagið
  • og – ikki minst – og skapa struktur í okkara arbeiði.

Harumframt er ein tann mest týdningarmikla uppgávan hjá Maiken at verða okkara toghaldari og at halda okkum í oyrunum, tá vit hava lyndi til at gloyma onkrar avtalur og at møta upp til samstarvsfundir o.a. Hetta er absolut ikki ein løtt uppgáva í ADHD felagnum!

Maiken arbeiðir í tøttum samstarvi við forkvinnuna, ADHD vegleiðingina og nevndarlimirnar, sum eisini hava ábyrgdarøkir at røkja.