Bíðikøin til psykiatri er brot uppá mannarættindi

Røða hildin á tiltaki 22.januar, sum UMR skipaði fyri ísamband við at Føroyar skula geva frágreiðing til ST um mannarættindi.

Eg vil sum forkvinna í ADHDfelagnum takka fyri møguleikan, og nýta høvið til at varpa ljós á psykiatriska heilsu sum ein mannarættindaspurning í Føroyum.

Støðan hjá fólki við psykiatriskum og neuropsykiatriskum líðingum gevur álvarsliga orsøk til stúran.
Í dag eru fleiri enn 1.097 børn og vaksin í bíðirøð til psykiatriina. Tað svarar til 1 út av hvørjum 50 føroyingum.

Nýggja granskingin hjá Tórunn Ósá, Ph.d lesandi, “Títtleikin av Autismu, ADHD og fylgisjúkur hjá børnum og ungum í Føroyum”, vísir at í Føroyum fáa børn 3-4 ár seinri staðfest ADHD og heili 8 ár seinri Autismu enn okkara grannalond.
Serliga gentur ganga ímeðal óstaðfestar 1-3 ár longri enn dreingir. 
Tað mest ræðandi er tó, at granskingin hjá Tórunn vísir týðiligt samband ímillum, at seinri børnini verða útgreinaði tess fleiri sálarsjúkur fáa tey. Talan er um tunglyndi, etingarólag, angist, sjálvskaðan v.m.

-Sálarsjúkan kemur av strongd ella tyngd (belastningsreaktion). Hinvegin vísir granskingin, at yngri børnini eru tá tey fáa útgreining, tess færri ella onga fylgisjúk fáa tey!

Tað eru ikki einans børn sum stríðast, vaksin leita sær alsamt oftari hjálp fyri mistrivnaðin, men í dag eru útlitini fyri at sleppa framat óendaleys.
Sambært ICESCR grein 12 hava øll rætt til best gjørliga likamliga og psykiska heilsu. Tá bíðitíðirnar eru so langar, verður hesin rætturin tíðiliga ikki tryggjaður í verki í Føroyum.

Bíðikøinar eru langar í okkara grannalondum, men als ikki so langar sum í Føroyum. Bíðikøir eru til flest allar heilsutænastur í okkara heilsuverkið, men ikki nærnámind so long sum bíðikøin til psykiatri.

Vit síggja eisini ein greiðan og strukturellan ójavna millum somatiskar og psykiatriskar líðingar. Somatiskar sjúkur verða raðfestar nógv fremri, meðan psykiatriskar og neuropsykiatriskar líðingar verða raðfestar langt afturi – hóast tær hava stórar avleiðingar fyri arbeiðsførleika, útbúgving og familjulív.

Hetta kann metast sum óbeinleiðis diskriminatión, í stríð við ICESCR grein 2 og CRPD grein 5.
Vit minna eisini á, at fólk við ADHD eru fevnd av brekrættindasáttmálanum, CRPD, sum í grein 25 tryggjar javna og fulla atgongd til heilsutænastur við somu góðsku og tíðarkørmum sum onnur.

ADHD-felagið hevur í nógv ár víst á henda truppulleika, men køin veksur framvegis. Í oktober høvdu vit ADHDtilvit har vit setti enn einaferð ljós á bíðikøina – vit gjørdu hesar t-shirtirnar, tá stóðu 1049 í kø, nú eru 48 fleiri í køini. 

Hettar halda vit, vísir at talan er um ein systemiskan trupulleika og at Føroyar als ikki taka psykiatri alvorliga og als ikki javnseta psykiatri við somatik, tí krevur hettar bráðneyðuga handling.

-Hvat sigur tað um Føroyar, at nærum øll tigandi góðtaka at køin til psykiatri í Føroyum er so long?


Vit heita innarliga á:
– at áheitanin um psykiatrisku støðuna verður tikin við í UPR eftirmetingina:
-at javnrættur millum somatiskar og psykiatriskar líðingar verður tryggjað
-bíðitíðirnar verða styttar beinanvegin.

Eisini fari eg at heita á øllum tykkum, sum eru er í dag, um at gera tykkara ítasta fyri, at bæði tit sjálvi og stovnurin tit varða av, framyvir fer at virka fyri at psykiatri í føroysku hjartasálini verður javnsett! 


Takk fyri.