Hoyringsskriv : Barnalógin

Systematiskt eru okkara heilsuskipan við til at gera okkara børn sálarsjúk. Hettar kann als ikki góðtakast og tí skal barnalógin verða við til at verja børnini, við at seta mark fyri bíðilongd.

Vit takka fyri møguleikan at verða hoyrd og ber okkara hoyringssvar brá av, at vit umboða ein bólk sum krevur psykiatriska útgreining fyri at fáa viðgerð, og at bíðikøin til vaksin og børn er í løtuni á 1098 fólk, harav áleið 250 børn. Tað er 2% av føroysku børnunum og vaksnum! 


Núverandi støða – langar bíðitíðir og manglandi útgreining

Nýggja granskingin hjá Tórunn Højgaard Ósá, Ph.d lesandi, “Títtleikin av Autismu, ADHD og fylgisjúkur hjá børnum og ungum í Føroyum” vísir, at í londum kring okkum eru áleið 5% fødd við ADHD. Í Føroyum hava vit útgreinað undir 3%, so tí muga vit raðfesta psykiatri nógv hægri, og fáa útgreinað og givið røttu hjálp og viðgerð til tey, sum onga hjálp fáa í dag. 

Vit halda, at barnalógin eigur at veita børnum útgreiningartrygd, og eitt evsta mark fyri bíðitíð hjá børnunum og ungum – hetta er til alt slag av sjúkugreiningum! 

Barnalívið er stutt, viðkvamt og er grundarlagið fyri hvussu lívsgóðskan og evnini at verða sjálvbjargin í langa vaksna lívinum, tí eigur barnalógin at tryggja øllum børnum sjúkugreining innan 3 mánaðir. 

Vit útgreina seinri í Føroyum, enn í grannalondunum
Nýggja granskingin hjá Tórunn Ósá vísir, at í Føroyum fáa børn 3-4 ár seinri staðfest ADHD og heili 8 ár seinri Autismu enn í okkara grannalond. Serliga gentur ganga ímeðal óstaðfestar 1-3 ár longri enn dreingir.

Sera álvarsligar avleiðingar at ganga óútgreinaður

Tað mest ræðandi er tó, at granskingin hjá Tórunn Højgaard Ósá vísir týðiligt samband ímillum at seinri børnini verða útgreinaði tess fleiri sálarsjúkur fáa tey. Talan er um tunglyndi, etingarólag, angist, sjálvskaðan v.m. Sálarsjúkan kemur av strongd ella tyngd (belastnings reaktion) vegna manglandi viðgerð. – Hinvegin vísir granskingin, at yngri børnini eru tá tey fáa útgreining, tess færri ella onga sálarliga fylgisjúku fáa tey! 

Systematiskt eru okkara heilsuskipan við til at gera okkara børn sálarsjúk. Hettar kann als ikki góðtakast og skal barnalógin verða við til at verja børnini, við at seta mark fyri bíðilongd.
Børn og ung við óviðgjørdum ADHD fáa oftari skúlaaftran og nógv gevast. Tey megna verri arbeiðsmarknaðin og gerast óarbeiðsfør í størri mun enn um tey høvdu fingið hjálp. 

Børn og ung við óviðgjørdum ADHD eru í nógv størri vandabólki at gera sjálvmorð, at sjálvmedisinera seg við rúsevnum og rúsdrekka, fremja kriminalitet, ferðsluvanlukkur v.m.  

Barnalógin eigur at tryggja okkara børnum besta barnalív og bestu fortreytir at mennast til sjálvbjargin vaksin við sjálvsáliti og sjálvsvirðing. Tað kunna børn við viðføddum ADHD, um tey fáa lógartryggjaða útgreining, viðgerð og tillaginar. 

Sambært ICESCR grein 12 hava øll rætt til best gjørliga likamliga og psykiska heilsu. Tá bíðitíðirnar eru so langar, verður hesin rætturin tíðiliga ikki tryggjaður í verki í Føroyum.

Javnstøða millum likamliga og psykiska heilsu

Bíðikøirnar til psykiatri eru langar í okkara grannalondum, men als ikki so langar sum í Føroyum. Bíðikøir eru til flest allar heilsutænastur í okkara heilsuverkið, men ikki nærnámind so long sum bíðikøin til psykiatri. Donsk gransking vísir, at foreldur hava verið stúrin um børnini í meðal í 5-7 ár, áðrenn tey koma á bíðikø. Komin á bíðilistan í Føroyum eru útlitini at bíða, sambært gransking hjá Tórunn Højgaard Ósá 1,5-3 ár. Eisini vísir Tórunn á, at longur børnini bíða fleiri belastningsreaktiónir fáa tey, og verri verður lívsgóðskan seinri í lívinum.   


Nógv børn á bíðilistanum verða avvíst, tí tað vísir seg, at foreldurini ikki hava roynt átøk frammanundan ella ikki hava hjálagt dokumentatiónina fyri átøkini og tillagingar, ið eru gjørdar frammanundan. Sostatt skula hesi foreldur, ið longu eru sera sperd, útvega sær dokumantatión frá einum ella fleiri stovni s.s. skúla, heilsusystur, Sernám, skúla ella øðrum. Hettar er sera tung uppgáva, og er tað upplagt, at foreldur av børnum, ið eru á bíðilista fáa í lógini tryggjað ein netverksamskipara. Hesin skal eisini tryggja, at børnini fáa neyðuga hjálp ímeðan tey bíða, og at foreldurini fáa neyðugu hjálpina, at hjálpa sínum barnið. 

Langi bíðilistin til psykiatri í mun til somatiskar (kropsligar) sjúkur, ið liggur á LS.fo er greitt tekin um, at psykiatriskar og neuropsykiatriskar líðingar eru sera stigmatiseraðar og systematiskt lítilsverdgjørdar og yvirsæddar í okkara heilsuskipan – hóast tær hava stórar avleiðingar fyri arbeiðsførleika, útbúgving og familjulív. Hetta kann metast sum óbeinleiðis diskriminatión, í stríð við ICESCR grein 2 og CRPD grein 5.

Vit minna eisini á, at børn við ADHD eru fevnd av brekrættindasáttmálanum, CRPD, sum í grein 25 tryggjar javna og fulla atgongd til heilsutænastur við somu góðsku og tíðarkørmum sum onnur.
Børnini í Føroyum skulu verða hoyrd, og vit vilja hava heilsutrygd

Børn vilja at øll hava javnrætt til heilsuverk!
Um hugt verður at tí, sum børn og ung sjálvi siga í drúgvu frágreiðingini “Har børn og ung trívast” frá 30. Juni 2025 so sæst, at verkstovan Virðisstrikan vísti, at javnbjóðis atgongd til lækna- og heilsutænastur liggur sera ovarlaga í tørvsmetingini hjá børnum. Eisini seta børnini orð á, at allar fysiskar og psykiatriskar líðingar skula javnsetast. 

Tá ið tosað verður um børn og ung – hvussu tryggjar tú skjóta og rætta hjálp? Verður tað nevnt ofta í hjáskjølum, men tað er onki, sum verður nevnt í lógini. Hvussu loysir henda lógin tær avbjóðingar og trupulleikar vit hava í dag av t.d. longum bíðilistum og børnum, sum ikki vilja í skúla? Hetta verður ikki nevnt og tað undrar okkum.

Tað verður tosað nógv um at trivnaðarráðgevin skal samskipa tilboð. Men tað er eingin útgreining gjørd av tilboðunum í dag í Føroyum.

Vit eru stúrin um, at løgini ella flágirnar lógin leggur upp til, fara at leingja um tíðina at fáa psykiatriska hjálp, heldur enn at stytta. Heilsuskipanin screenar børn frá áðrenn tey eru fødd, men ongantíð fyri neuropsykiatriskar líðingar so sum ADHD, tí mæla vit til, at screeningar verða gjørdar tíðliga, um illgruni er til t.d. ADHD, fyri at tryggja skjóta hjálp.  

Til §5. Tað er sum útgangsstøði fínt, at trivnaðarráðgevi verður settur, men hvør er viðkomandi og hvar skal viðkomandi virka? 
Trivnaðarráðgevi – dømi í stk 1 tykist ógvuliga banalt og einkisigandi í mun til hoyrn og sjón, sum skuldi verið sjálvsagdur lutur, tí tær eru fastur partur í barnakanningunum, sum kommunulækni og heilsusjúkrasystur gera árliga.


ADHDfelagið vil vísa á, at barnakanningarskipanin eisini diskriminerar børn við psykiatriskum líðingum, tí øll árini verða børn kannaði kropsliga væl og virðiliga. Tað finnast screeningar til børn, ið avdúka bæði ADHD og autismu. Tað átti heilsuverkið at fingið við í heilsukanningarnar av børnum.
Hvat um talan er um barn, sum ikki vil í skúla? Er tað ein uppgáva hjá trivnaðarráðgevanum, og hvørji amboð/møguleikar hevur viðkomandi, um so er?


Hvat um talan er um barn, sum t.d. hevur útvirkna atferð (útatreagerandi)? Er hetta eitt mál fyri trivnaðarráðgevan? 
Hvat við teimum børnum og ungum, sum standa á bíðilistum til útgreiningar hjá barna- og ungdómspsykiatriini – hvørji rættindi hava tey í mun til hjálp frá trivnaðarráðgeva, og hvørji tilboð eru? 
Vit mæla til, at trivnaðarráðgevin sum tað fyrsta tekur hond um øll børn og ungu, sum standa á bíðilistum til at sleppa framat hjá barna- og ungdómsspsykiatriini, og ráðgevur og hjálpir hesum foreldrum.
At enda, so kann barnalógin verða tann, ið tryggjar okkara børnum heilsutænastur óansæð um tað hevur brotnan arm, sukursjúku ella ADHD. 

Vegna ADHD felagið
Bjørg Dam, forkvinna
Februar 2026

Leinkja til uppskotið um Barnalóg

Leinkja til frágreiðingina : Har børn og ung trívast