Øll fløkjan um ADHD
Seinastu vikurnar hevur nógv verið tosað um ADHD í kjalarvørrinum á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, Øll søgan um ADHD, sum sálarfrøðingarnir Gitte Klein og Suni Poulsen skipaðu fyri. Ráðstevnan hevur givið summum størri greiðleika, meðan onnur eru vorðin meira í iva, men áhugin hevur verið stórur hjá teimum flestu. Nógv hava spurt seg sjálvi, hvat tað í veruleikanum er, sum granskarar og fakfólk eru samd og ósamd um.
ADHD er ikki eitt einfalt evni. Tvørturímóti eru nógv ymisk sjónarmið, nógv ósamd gransking og fleiri grundleggjandi spurningar, sum framvegis standa ósvaraðir. Hvat er ADHD í veruleikanum? Hvussu skulu vit skilja tey ymisku granskingarúrslitini? Er talan um biologi, ella er talan um eina sosiala konstruktión?
Á ráðstevnuni vísti bretski sálarlæknin og rithøvundurin, Sami Timimi, millum annað á, at ADHD-diagnosan byggir á lýsingar av atburði og symptomum heldur enn á objektivar biologiskar markørar. Hann helt fram, at tað ikki finnast greiðar medisinskar royndir, skanningar ella blóðroyndir, sum kunnu staðfesta ADHD.
Men hetta er í veruleikanum ikki nýtt. Í nógv ár hava serfrøðingar víst á, at flestu psykiatriskar diagnosur fyrst og fremst eru lýsingar av symptomum og funktiónstrupulleikum, sum Suni Poulsen eisini tók til í Degi & viku sama kvøld. Tað sama kann sigast um eitt nú kliniskt tunglyndi. Tað merkir tó ikki, at trupulleikarnir ikki eru veruligir ella álvarsamir, men heldur, at vit ikki hava einfaldar biologiskar mátar at staðfesta teir við.
Men hvussu skal hetta tulkast? Tí alt, sum vit uppliva, er í síðsta enda biologiskt. Eingin tanki uttan biologi. Eingin kensla uttan biologi. Eingin handling uttan biologi. Vit vita heldur ikki neyvt, hví summi fáa tunglyndi. Kortini ivast fá í, at tunglyndi er veruligt. Hjá nógvum hjálpir heilivágur. Hjá øðrum er støðan so álvarsom, at elektrosjokkviðgerð kann vera neyðug.
At vit ikki kenna allar biologisku mekanismurnar aftan fyri eina støðu, merkir sostatt ikki, at støðan ikki er verulig. At siga, at ADHD-diagnosan bara er ein lýsing av symptomum og trupulleikum, er ikki tað sama sum at siga, at ADHD ikki er til. Tað er heldur ikki tað sama sum at siga, at ADHD bara er fjas ella ein mótatrupulleiki. Flestu familjur við ADHD tætt inni at sær kenna til frustratiónina av at hoyra óvitandi og fórdómsfullar viðmerkingar sum “Hava vit ikki øll eitt sindur ADHD?” ella “Tað snýr seg um uppaling og at seta børnunum nøkur krøv.”
Tvørturímóti: Fyri nógv, sum stríðast við ADHD-eyðkenni, eru trupulleikarnir sera veruligir. Mær dámar betur at brúka orðið líðing um ADHD enn at kalla tað eina sjúku, tí tað kennist ofta sum ein sonn daglig líðing at hava ADHD, eisini fyri tey rundanum. Tað kann vera sera torført at fáa gerandisdagin at hanga saman og at virka á sama hátt sum onnur. Ofta kennist tað, sum um ein ikki megnar tað, sum onnur tykjast at klára uttan trupulleikar. Hetta kann føra til afturvendandi miseydnu og mistøk, sum kennast eyðmýkjandi, og til ein vaksandi sjálvs-iva. Nógv uppliva eisini eina djúpa kenslu av at vera øðrvísi, ikki passa inn og verða misskilt av øðrum, sum ikki síggja stríðið, ið liggur aftanfyri. Angist og tunglyndi fylgja ofta við. Hetta kann hava stórar avleiðingar fyri skúlagongd, arbeiðslív, familjulív og sálarliga heilsu.
Tí hevur diagnosan eisini stóran týdning fyri fólk. Nógv uppliva tað næstan sum eitt persónligt álop, tá ið onkur sáar iva um ADHD-diagnosuna. Tað er skiljandi. Hjá mongum er diagnosan fyrsta greiða frágreiðingin um eitt lív, sum hevur verið merkt av mótgongd, misskiljingum og sjálvkritikki. Brádliga gevur nógv meining: “Tað er tí, at eg altíð havi verið soleiðis. Nú skilji eg tað betur.” Ta upplivingina skulu vit ansa eftir ikki at taka frá fólki.
Men her er eisini ein vandi í, at diagnosan kemur at fylla ov nógv hjá fólki, soleiðis at hon upptekur alla sjálvsfatanina. Umheimurin reagerar ofta negativt, um diagnosan fær ov nógv pláss, og tað kann ávirka, hvussu onnur síggja og møta viðkomandi. Tað kann eisini føra til, at ein avmarkar seg sjálvan meira enn neyðugt, tí ein byrjar at halda, at ein ikki dugir ella ikki kann so nógv, sum ein í veruleikanum kann. Samstundis kann ein formur fyri identitetspolitik koma í, har diagnosan verður ein miðdepil fyri, hvussu ein skilur seg sjálvan og sín leiklut í samfelagnum. Tí er tað týdningarmikið at síggja diagnosuna sum eitt hjálparamboð. Hon kann hjálpa bæði viðkomandi og øðrum at skilja støðuna betur og finna góðar loysnir og stuðul. Men hon sigur ikki alt um viðkomandi, og hon avger ikki, hvør viðkomandi er ella hvat viðkomandi er før/ur fyri.
Um vit fara aftur til Sami Timimi, so legði hann eisini dent á, at nógv av tí, vit í dag kalla ADHD, eigur at skiljast sum ein natúrligur partur av menniskjaligum fjølbroytni heldur enn sum ein sjúka ella líðing. Økingin í diagnosum speglar í stóran mun broytingar í, hvussu vit skilja og flokka atferð, soleiðis at gáttin fyri at fáa eina ADHD-diagnosu er vorðin lægri, heldur enn at talan er um eina veruliga øking í sjálvum trupulleikanum. Persónliga havi eg tó eina eitt sindur øðrvísi tulking av hesum. Eg haldi, at tað meira snýr seg um, hvussu samfelagið hevur broytt seg, og hvussu hesar broytingar gera tað truplari fyri ávísar menniskjaligar eginleikar at passa inn, og at tað tí eisini kann vera talan um eina veruliga øking í trupulleikanum, har fleiri og fleiri fáa ADHD. Tað merkir ikki, at ADHD bert er ein sosial konstruktión, men heldur, at tað er eitt mismatch millum biologiskar fortreytir og tey krøv, sum samfelagið setir – millum ávísar heilar og modernaða samfelagið.
Ein av teimum mest áhugaverdu mátunum at hugsa um ADHD kemur frá amerikanska sálarfrøðinginum, Thom Hartmann. Hann lýsir ADHD sum at vera eitt veiðufólk í einum bóndasamfelagi. Granskað er ikki í hesum, so eg síggi hetta meira sum eina áhugaverda hypotesu. Poengið hjá Hartmann er einfalt. Tað, vit í dag kalla distraktión, impulsivitet og tørv á nógvari stimulering, kundi í einum veiðu umhvørvi verið ein greiður fyrimunur. At leggja merki til nógv í senn kundi hjálpa einum at síggja bæði býti og vandar. At reagera skjótt uttan langa umhugsan kundi verið avgerandi í jagstrinum. Og ein støðugur tørvur á spenningi og nýggjum upplivingum kundi passa væl til eitt lív við ferð, óvissu og skjótum avgerðum. Tað er ikki torført at ímynda sær, at slíkir eginleikar kundu verið virðismiklir fyri eitt menniskja, sum livdi av at veiða.
Eg loyvi mær enn einaferð at nýta hesa myndina, sum eg fyrr havi nýtt í øðrum bloggi: Ímynda tær ein drong við ADHD-eyðkennum, sum vaks upp í Oyndafirði í 1966. Hann var úti næstan allan dagin. Hann rann. Hann klatraði. Hann fiskaði. Hann brúkti kroppin. Orkan hjá honum passaði til umhvørvið. Tað var pláss fyri rørslu, fyri spontaniteti og fyri at fylgja sínum forvitni. Um hann misti fokus á okkurt, fann hann skjótt nakað annað at fáast við. Uppmerksemið hjá honum skifti, men tað gjørdi ikki neyðturviliga nakað, tí umhvørvið loyvdi tí. Vaksnu fólkini rundan um hann væntaðu ikki, at hann skuldi sita stillur í longum tíðarskeiðum ella arbeiða skipað við abstraktum uppgávum. Í staðin varð orkan hjá honum ein partur av gerandisdegnum, nakað sum kundi gagnnýtast og geva meining.
Ímynda tær nú sama drong vaksa upp í Havn í 2026. Nú verður væntað, at hann kann sita stillur í fleiri tímar, halda fokus, planleggja og skipa seg, samstundis sum hann skiftir millum digitalar pallir og handfer støðug avbrot. Hann skal navigera í einari skúlaskipan, har nógv av læringini fer fram sitandi og ofta framman fyri einum skíggja. Hann skal kunna skipa sína tíð, minnast til skúlating, fylgja leiðbeiningum og arbeiða miðvíst móti langtíðar málum. Samstundis verður hann møttur av einum støðugum streymi av upplýsingum og stimuli, sum kunnu gera tað enn truplari at halda fokus. Sama orkan, sum áður kundi fáa frítt rásarúm, verður nú ofta upplivað sum órógvandi ella trupul.
Tað er sami heilin. Men tað er ikki sama samfelagið. Fleiri og fleiri fáa eina ADHD-diagnosu, tí samfelagsligu krøvini gera tað truplari fyri summar heilar at virka væl í modernaða samfelagnum. At hava ADHD er í stuttum at stýringsfunktiónirnar ikki rigga optimalt: Trupulleikar við uppmerkseminum, trupulleikar við at skipa seg og planleggja, trupulleikar við at byrja upp á uppgávur, trupulleikar við at halda fram við uppgávum, trupulleikar við at stýra kenslum, og trupulleikar við at halda impulsum aftur. Fólk eru biologisk ymisk í, hvussu væl tey megna at regulera sínar stýringsfunktiónir. Flestu megna tað væl, summi minni væl, og nøkur fá megna tað als ikki – eitt sindur av gransking stuðlar upp undir, at hetta hongur saman við signalboðevnunum, dopamin og noradrenalin, men hetta er fløkt, og vitan og gransking um hetta vantar – og modernaða samfelagið við sínari høgu ferð, kunningarhátrýsti, og kompleksiteti er tíverri ikki serliga vinarligt móti okkara stýringsfunktiónum. Tær verða alsamt meira belastaðar.
Men júst her haldi eg, at eitt fokusskift er hart tiltrongt. Tað góða við nýggjum sjónarhornum á trupulleikar er, at tey fáa okkum at seta nýggjar spurningar. Hvat hendir, um vit gevast við at spyrja: “Hvat er galið við hesum heilanum?” og í staðin spyrja: “Hvørji umhvørvi hóskar hesin heilin væl ella illa til?”, “Hvørjar funktiónir eru truplar hjá hesum persóninum?”, og “Hvussu kunnu vit best styrkja tær, so viðkomandi fær betri møguleikar at trívast, virka og avrika?”
ADHD er hvørki ein neurobiologisk sjúka ella ein sosial konstruktión, har ADHD “ikki er til”. ADHD er eitt mismatch millum ávísar heilar og ávísar umstøður. Tað er eisini tí, at umheimurin ofta upplivir líðingina sum eina tvørsøgn. Nógv við ADHD kunnu vera intenst fokuseraði í nøkrum støðum, meðan tey als ikki kunnu hugsavna seg í øðrum. ADHD-heilin er í nógv størri mun stýrdur av áhuga, meining, tíðindum og lønandi upplivingum enn einans av skyldu. Tá ið okkurt er nýtt, spennandi ella kensluliga týdningarmikið, kann heilin fara í hyperfokus. Tá ið okkurt hinvegin er einstáttað, langdrigið ella uttan týðiligan vinning, hvørva evnini at fokusera skjótt.
Heilivágur kann hjálpa nógvum væl, men als ikki øllum. Sálarfrøðilig viðgerð kann eisini gera stóran mun. Ofta ein blanding av báðum. Ein persónur við ADHD klárar seg ofta nógv betur, tá ið karmarnir eru týðiligir, uppgávan gevur meining, krøvini eru realistisk, og tað er pláss fyri rørslu, pausum, strukturi og serliga forstáilsi frá umheiminum. Skúlar, arbeiðspláss og familjur kunnu gera ein stóran mun, tá tey seta seg inn í avbjóðingarnar og laga umstøðurnar til. Smáar broytingar í væntanum, arbeiðsháttum, samskifti ella organisering gera tað nógv lættari hjá fólki við ADHD-líknandi trupulleikum at virka væl og gagnnýta sínar styrkir. Tað er tí ikki bara ADHD, sum skal laga seg til umhvørvið; umhvørvið má eisini laga seg til ADHD.
Suni Poulsen og Gitte Klein eiga rós uppiborna fyri at hava gjørt eina seriøsa roynd at seta gongd á eitt kjak um eina breiðari og meira fjølbroytta fatan av ADHD. Tað er neyvan nakar, sum heldur, at vit eru komin á mál ella hava fingið greið svar upp á allar spurningar. Tvørturímóti vísir kjakið júst, hvussu fløkt evnið er. Men tað er týdningarmikið, at vit tora at umrøða ymisk sjónarmið og samstundis halda fast í tí, sum vit vita.
Men samstundis er týdningarmikið at minnast til, at veruleikin er fløktur. Nýggj vitan og nýggj sjónarmið eiga at gera okkum klókari, ikki meira ótrygg. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki skola pinkubarnið út við baðivatninum, sum onglendingar plaga at taka til. Diagnosur hava framvegis stóran týdning, tí tær kunnu geva eina ítøkiliga forkláring, skapa felagsskap og geva atgongd til hjálp og stuðul. Vit mugu ikki gloyma psykiatriska perspektivið, tí heilivágur er framvegis ein lívsbroytandi hjálp hjá nógvum, sum stríðast við líðingina. Vit kunnu tí bæði viðurkenna fløkjuna og halda fast í tí, sum hjálpir fólki í gerandisdegnum, uttan at tey gerast ósikkur upp á seg sjálvan ella diagnosuna.


