Neurofeedback Tórshavn

Í gjár vóru vit til opið hús hjá Neurofeedback í teirra høli í Niels Finsen gøtu 39. Jette Mygleggard greiddi frá um neurofeedbak. Jette var formaður í danska ADHD felagnum í 12 ár fram til 20216, og er stigtakari til EEG Institute eeginstitute.dk

Hvat er Neurofeedback?

Neurofeedback er ein varlig, umsorgunarfull og linnandi venjing, ið ikki krevur nógva orku. Við Neurofeedback lærir heilin at javnviga og stýra sær sjálvum – eitt slag av heimavenjing. Við smáum sensorum verður virksemið í heilanum mátað.

Anna Larsen og Randfríð Skorheim Sørensen sum hava Neurofeedback klinikkina í Føroyum siga, at við neurofeedback síggja tær góðan ávirkan m.a. við ADHD, Autismu, Angist, tunglyndi, epilepsi v.m.

Sunnudagin 6. September fara Anna og Randfríð at greiða frá Neurofeedback á okkara limakafé