ADHD vegleiðingin – nú skúlarnir byrja aftur

Nú skúlarnir byrja aftur vilja vit sum felag hjálpa til við at tryggja, at øll fáa neyðugu hjálpina ein hevur rætt til, eitt nú hjálpartól, lesi- & skrivitøkni, leiðbeinara, námsfrøðiliga ráðgeving vm.

Ring ella skriva og fá vegleiðing:

Telefontíðir tlf: 202 303

Mánadag kl. 8-13

Mikudag kl. 8-13

Fríggjadag kl. 8-13

Teldupost: vegleiding@adhd.fo og vegleiding@autisma.fo

Hjásitingarnar eru tá fólk og fundarinnkallingar eru frá myndugleikum.

Vegleiðing kann verða í sambandi við:

Rætt til hóskandi stovn, skúla, frítíðarskúla

Rætt til leiðbeinara

Rætt til sosialráðgeva, sálarfrøðing o.a.

Rætt til longda próvtíð, hjálpartól, lesi- & skrivitøkni

Rætt til námsfrøðiliga ráðgeving

Rætt til arbeiðsførleikamenning

Kærur og hjásiting

Vegleiðingin er ætlað limum í felagnum. Eisini stovnar og fyritøkur kunnu melda seg sum lim https://adhd.fo/limaskapur/

Se mindre