HVØR SKAL HAVA ÁRSINS ADHD-VIÐURKENNING 2026?
Sum vant fara vit aftur í ár at varpa ljós á ADHD allan oktober mánaða.
Kennir tú onkran, sum hevur gjørt ein serligan mun fyri fólk við ADHD?
Tað kann vera ein fakpersónur, lærari, eldsál, ein við ADHD, sum hevur varpað serligt ljós á ADHD – ella onkur heilt annar!
Tú kanst tilnevna!
Send okkum navnið og nøkur orð um hví tú heldur, at júst hesin persónurin skal hava viðurkenningina. Skriva til okkum á Messenger ella teldupost adhd@adhd.com.
Freistin er: 15. september 2026
Vinnarin verður avdúkaður á ársins ADHD tilvit í Perluni 22. oktober 2026.
Vit gleða okkum at hoyra tykkara uppskot!


