ADHD tilvit 2026: Kvinnur og ADHD

ADHD hjá kvinnum sær ikki líka út.

Tí verða gentur við ADHD ofta yvirsæddar.

Tær órógva kanska ikki í flokkinum.
Tær sita stillar. Royna at fylgja við. Royna at passa inn.
Og brúka nógva orku upp á at fáa tað at síggja út, sum um tær hava tamarhald á øllum.

Í miðal fáa gentur staðfest ADHD fýra ár seinni enn dreingir. Og nógvar kvinnur fáa ikki diagnosuna, fyrr enn tær eru 30, 40 ella 50 ár.

Tær hava ofta klárað seg í nógv ár við ymiskum strategium – líka til krøvini gerast ov stór, og tær ikki megna tað longur. Strongd og tunglyndi kunnu koma áðrenn nakar hugsar um ADHD.

Vit mugu gerast betri til at síggja ADHD – eisini tá tað ikki sæst uttaná.

Tí seta vit hendan oktober mánaða fokus á ADHD hjá kvinnum.

← →