Seinnapartin vóru vit umleið 25 fólk til limakafé hjá ADHD-felagnum, har Rúna Nón Bjartalíð opið og erligt fortaldi um sítt lív við ADHD.
Í skúlanum hevði hon trupult við at sita still, fekk ofta skyldina fyri ymiskt og kendi seg ikki sædda. Ein serliga rørandi løta var, tá hon fortaldi um dreymin at gerast lærari – tann lærarin, sum hon sjálv hevði havt brúk fyri.
Rúna hevur arbeitt nógv við børnum og roynir altíð at møta teimum í eygnahædd – serliga teimum, sum ikki passa inn. Tað er ein týdningarmikil partur av hennara egnu søgu: at síggja onnur, tí hon ofta sjálv ikki kendi seg sædda.
Undan limakaféini hevði hon verið sera spent og næstan ikki sovið í 14 dagar. Kortini fann hon dirvi at standa framman fyri okkum øllum og deila sína søgu, sum bæði var stuttlig, áhugaverd og rørandi.
Takk, Rúna, fyri títt dirvi ❤️
Og takk til øll, sum komu. Tað eru júst hesar løturnar, har vit kunnu spegla okkum í hvørjum øðrum og kenna okkum minni einsamøll, sum gera felagsskapin so sterkan.
Vit hava limakafé fyrsta sunnudag hvønn mánaða kl 15:00. Síggjast aftur sunnudagin 1.november!


