Herfyri sendu vit 4 fyrispurningar um heiligvág og hava nú fingið svar. Nevndin fer eftir summarfrítíðina at viðgera svarini. Hevur tú viðmerkingar, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost adhd@adhd.fo.
Spurningur 1: Á heimasíðu tykkara stendur, at tað er ymiskt hvussu nógv tilskot heiligvágur generelt fær – kunna tit greiða okkum frá, hvussu nógvir flokkar eru í hesari skipan, og hvussu heiligvágur til ADHD/ADD er flokkaður?
Tilskot verður veitt til heilivág (reseptheilivág), sum av Landsapotekaranum er lýstur at vera heimilaður tilskot. Tilskotsstigin er progressivur, so at borgarar, sum brúka lutfalsligan nógvan heilivág, rinda lutfalsliga minni enn tey, sum brúka lítið av heilivági. Viðheft er kunngerð ”um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotheimilaðan heilivág, sum vísir, hvussu tilskot verður veitt. Børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald, sí heilsutrygdarlógina §18, stk. 4.
Spurningur 2: Kunna tit greiða frá, hví tað er neyðugt at søkja um einstaklingatilskot til heiligvág til børn? Hettar hava vit fingið upplýst, var ikki neyðugt fyrr?
Børn rinda ikki fyri tilskotsheimilaðan heilivág. Um heilivágurin ikki er á listanum fyri tilskotsheimilaðan heilivág, kann Landsapotekarin, eftir umsókn frá lækna, gera av, um tilskot skal latast.
Spurningur 3: Kunna tit upplýsa okkum, hvussu ein millum 18-67 við heiligvágskrevjandi diabetes er stillaður í mun til ein við ADHD, tá hugsað verður um, hvussu nógvan part av útreiðslur til heiligvág hann skal fíggja sjálvur?
Allir persónar í hesum aldursbólkinum eru líkastillaðir, tá talan er um tilskot til ávísan heilivág. Treytin fyri tilskoti er tó, at heilivágurin er á tilskotslistanum. Um hann ikki er tað, kann Landsapotekarin taka støðu til tilskot, um søkt verður um tað.
Spurningur 4: Er tað heimild í lógini fyri, at lesandi kunna koma undir eina serliga tilskotsskipan (líknandi pensionistaskipanina) fyri nakran flokk av heiligvági?
Tað er ikki møguleiki fyri serskipan fyri t.d. lesandi ella øðrum.
Spurningur 5: Kunna tit geva hagtøl fyri, hvussu nógvir persónar í Føroyum fáa heiligvág fyri ADHD/ADD? (ber til at skyna ímillum børn og vaksin(+18ár).
Heilsutrygd hevur ikki hagtøl fyri, hvussu nógvur heilivágur fyri ADHD/ADD verður veittur.
Henda spurningin vænta vit Apotekið, sum kann geva hagtøl fyri heilivág, kann hjálpa tykkum við.