ADHDplakatin 2022 avdúkað
Í dag, 20.okt var ein stórur dagur, tí í “Góðan morgun Føroyar” bleiv fyrsta ADHDplakatin avdúkað! ‘ Tað er kendi og íðni listarmaðurin úr Hvannasundi, Livar Nysted, sum í fjør sjálvur fekk staðfest ADHD, ið hevur málað spildurnýggja málningin, sum hann letur í gávu til felagið. Hugskotið til ADHDplakatina fekk forkvinnan Bjørg, tá Livar hevði …. Continue Reading
UPPRÓP: 529 á bíðilista til barna- og vaksinpsykiatri!!
Nýggjastu bíðilistarnir frá LS vísa greitt, at støðan á psykiatriska økinum er alarmerandi. Umfatandi átøk eru kravd umgangandi, tí nú ryðjur undan! – Allar góðar intentiónir og átøk frá Kaj Leo Holm Johannesen hava als ikki fingið tamarhald á økið, tvørturímóti! -Er tíðin ikki komin til eina ADHD miðstøð, sum arbeiðir fyribyrgjandi, viðgerðandi og ráðgevandi …. Continue Reading
Jenis, hvør skal nú veita børnunum undir skúlaaldri sernámsfrøðiligan stuðul?
-Nú Sernám greitt meldar út í brævið til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg stilla landsstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana, sum eigur børnini spurningin: – hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn undir skúlaaldur og familjum teirra? Vit eru sera nógv, sum í fleiri ár hava rópt um at Sernám …. Continue Reading
Limakafé: 4.september kl. 15 í MEGD
Okkara fasta limakafé er aftur á skránni Kom við og møt øðrum limum. Hesu ferð er tað Maybritt Við Strond, sum fer at hugleiða um um góðar skúlavanar, tá ein hevur ADHD Eisini kemur hon inn á ymisk hjálparforrit og ymisk rættindi, sum hesir næmingar hava í skúlagongdini.Maiken og Bjørg skipa fyri hesu ferð. Les …. Continue Reading
ADHD/ADD sjálvhjálparbólk: melda til nú!
“Eg helt, eg var tann einasti, sum hevði tað soleiðis” “Sjálvhjálparbólkur er tað besta, eg havi gjørt fyri meg sjálvan”“Havi ikki flent ella lært so nógv í fleiri ár”“Eg læri so nógv um meg sjálvan, av at hoyra onnur” Í sjálvhjálparbólkum viðgera vit eitt evni hvørja ferð, har avbjóðingar og loysnir verða viðgjørdar og greinaðar. …. Continue Reading







