Jenis, hvør skal nú veita børnunum undir skúlaaldri sernámsfrøðiligan stuðul?

ADHDviðurkenningin2022

-Nú Sernám greitt meldar út í brævið til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg stilla landsstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana, sum eigur børnini spurningin: 

– hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn undir skúlaaldur og familjum teirra? 

Vit eru sera nógv, sum í fleiri ár hava rópt um at Sernám ikki hevur røkt sínar skyldur – orsøkina síggja vit í veiktorðaðu lógini, ið bert hálvlunkað leggur nakað av ábyrgd av serøkinum á Sernám, og annað beinleiðis til landsstýrismannin!  -Landsstýrismaðurin fer helst siga, at hann hevur givið Sernámi uppgávuna at røkja, ímeðan Sernám sigur, at vit hava ikki fingið pening til at røkja uppgavuna!.  

– Vit kunnu bara staðfesta, at børn detta ímillum og verða koyrd rund í skipanini í fleiri ár, og nú má greiða fáast á!  -Í fólkaskúlalógini §4 stendur, “Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving”.
Eisini stendur, at “Landsstýrismaðurin kann veita børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiligan stuðul.

Tí er tað gott, at Sernám meldar greitt út nú, og blakar bóltin til Landsstýrismannin Jenis av Rana, sum nú má koma við einum útspæli, og svara spurningum, vit øll bíða eftir! “Fer landsstýrismaðurin at veita børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiligan stuðul, og hvør skal geva stuðulin?“.  

Stóri trupulleikin við at børnini ikki verða loftaði tíðliga, og helst áðrenn skúla aldur er, at tíðliga hjálp er besta, skjótasta og bíligasta hjálpin.  
-Um talan er um neuropsykiatriskar avbjóðingar, so sum ADHD/ADD og autismu, so setir Barnapsykiatriin í flestu førum krav um, at sernámsfrøðilig átøk eru roynd áðrenn tey taka børnini inn. Fyri ikki at seta fleiri fløskuhálsar í skipanina má landsstýrismaðurin gera sera skjótt av. 

PS. vinarliga rættið kunningina á heimasíðuni, soleiðis at foreldur og dagstovnar ikki spilla dýrabara tíð og halda, at tey fáa hjálp har!  

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum