Skráin : ADHD Rundferð
Skrá: Hóskvøldið 24.10. 2019 í Marghøllini í skúlanum í Sørvági. kl. 19 Borgarstjórin setir evnisdagin og bjóðar vælkomin, Kl. 19.05 Forkvinnan í ADHD felagnum, Bjørg Dam greiðir frá felagnum og gevur orðið víðari:Kl. 19.10 Fyrilestur við Juliu Feilberg Zachariasen “Hvat er ADHD” og “Børn við ADHD” Filmsbrot 2:45min : Rebekka Niclasdóttir “Sonurin fær ikki nøktandi …. Continue Reading
ADHD-felagið á rundferð: Vágar
Saman við Sørvágs kommunu skipar ADHD-felagið fyri kunningartiltaki um ADHD, hjá bæði børnum og vaksum, í Marghøllini í skúlanum í Sørvági hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19. Tiltakið er tað fyrsta av seks kring landið og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólk. Tí einans …. Continue Reading
Prát um ADHD í sendingini Rák á R7
– Okkara forkvinna Bjørg Dam og tey bæði: forkvinnan Elín H. Hinriksdóttir og næst formaðurin Vilhjálmur Hjálmarsson úr íslendska ADHD felagnum høvdu eitt prát um ADHD við Anniku Bolton Mortensen í sendingini Rák á R7. Hoyr sendingin her Vilhjálmur Hjálmarson, Bjørg Dam og Elín H. Hinriksdóttir
KVINNA við ADHD
– Vit fegnast um, at blaðið Kvinna hesaferð fer í dýpdina við evninum um kvinnuna við ADHD. Kvinnan við ADHD hoyrir til ein samfelagsbólk, vit ongantíð ella sera sjáldan hoyra nakað til. Kvinnan við ADHD hevur ofta haft eitt óneyðuga strævið lív. Hennara óviðgjørda ADHD ger, at hon helst hevur eisini fingið tunglyndi og angist …. Continue Reading
ADHD Megnartak
Stórt tiltak í Norðurlandahúsinum 25.august 2019 kl.15. Set kross í kalendaran 25.august kl. 15, tí tá skipa vit fyri stórum pallborðsfundi við framløgum, lívsøgum og hugleiðingum, har vit eisini leggja fram okkara hjartamál. Luttakarar verða m.a.: ADHD-felagið í Íslandi Niclas Heri Jákupson Valevnið frá hvørjum flokki Fundarstjóri : Rebekka Manuela Behrens