Ársfrágreiðing 2023
Ársfrágreiðing frá ADHDfelagnum fyri 2023, hildin á aðalfundi í Perluni 3.mars 2024 Eitt sera virkið og týdningarmikið ár er farið afturum. Tað, sum rennur í huga, er mest vælvild og framgongd, men á summum økjum hava bakkøst verið. Tað vísir okkum, at í Føroyum krevst eitt sterkt felag, sum áhaldandi fylgir við, rættleiðir, vísir á …. Continue Reading
Limakafé 5.mai
Tað er 1.sunnudagur í mánaðinum og tað merkir, at í dag kl. 15 verður ADHD limakafé í MEGD. ADHD limakaféin er eitt høvi, har limir kunnu møtast og fáa eitt gott óformelt prát. Sum oftast eru evnir á skrá, men viðhvørt er tað einki ávíst evni, men teir spurningar, ið limir koma við, ið prátið …. Continue Reading
ADHDlimakafé 7.apríl kl.15
Sunnudagin 7.apríl 2024 fara vit aftur at seta sjóneykuna á børn og ADHD, og hvussu man heilt praktisk kann seta tíðliga inn, tá illgruni er um ADHD hjá barninum. Hesa ferð standa Birita Kjærbo Mortensen og Poula Patursson fyri kaféini. Birita er útbúgvin námsfrøðingur, leiðari á Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt og mamma at børnum við ADHD. …. Continue Reading
Aðalfundur felagsins verður í Perluni 3.mars 2024 kl. 15.
Í ár býta vit tiltakið upp í tvey, eitt alment tiltak við spennandi framløgu um gransking & handan av stuðli. Eftir steðgin verður sjálvur aðalfundurin fyri limir. Á almenna tiltakinum hava vit fingið Tórunn Ósá granskara, at greiða frá sínari sera spennandi granskingarverkætlan í samstarvi við Setrið og LS.Tórunn granskar um títtleikan av neurologiskum sjúkum/brekum …. Continue Reading
Sóknast eftir luttakarum við ADHD, ið eru millum 18 og 45 ár til kanning hjá masterlesandi á Setrinum
Dagføring 16.feb. Stórur áhugi hevur verið fyri at luttaka í kanningini, nú eru nóg nógvir luttakarar komnir 🙂 Takk øll somul <3 Vit í felagnum eru sera fegin um, at altsamt fleiri einstaklingar, feløg og stovnar vísa ADHD áhuga, eitt nú eru tað fleiri og fleiri, ið venda sær til okkara, tí tey skriva lestraruppgávur …. Continue Reading





