Saman við Sørvágs kommunu skipar ADHD-felagið fyri kunningartiltaki um ADHD, hjá bæði børnum og vaksum, í Marghøllini í skúlanum í Sørvági hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19.
Tiltakið er tað fyrsta av seks kring landið og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólk. Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har tey við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig.
Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarandi og fakfólkum.
Á skránni er m.a. framløga um børn og vaksin við ADHD frá fakfólki úr Psykiatriska deplinum. Eitt foreldur at barni við ADHD sigur frá sínum lívi við ADHD, og ein vaksin við ADHD sigur frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD sum vaksin.
Aftaná kunnu luttakararnir fara í smærri bólkar, har teir fáa møguleika at spyrja og tosa í einum minni høpi.
Fundurin endar kl. 21.30.
Til ber at melda seg sum lim hetta kvøldið.