Nýggja nevndin í ADHD felagnum er farin til verka: málsetningurin er #viðurkenning

Nýggja nevndin í ADHD felagnum er farin til verka: málsetningurin er viðurkenning!

Bæði forkvinnan og næstforkvinnan eru nýggj andlit í nýggju nevndini í ADHD felagnum og hava tey skipað seg soleiðis.

Bjørg Dam, forkvinna
Bára Silvansdóttir, næstforkvinna
Maibritt Hansen, skrivari:
Eyđvør Gudmundsson, Kassameistari
Tiltakslimur: Sunrid Rasmussen og Hans Hilmarson Hansen

#VIÐURKENNING
Í millum føroyingar er vitanin um ADHD í minna lagið og ofta grundað á skeivar upplýsningar, tí eru nógvir fordómar um ADHD. Tó er heilsuverkið væl við, men ov lítlar raðfestingar á psykiatriska økinum gera, at bíðitíðin er sera long hjá vaksnum, og alt ov fá vaksin og børn fáa alla tað viðgerð sum krevst.
Tí hava vit hava sett 10 ítøkilig punkt upp vit vilja arbeiða við, sum øll røkka sama aðalmáli, at fáa viðurkenning í Føroyum.
Hettar er “viðurkenning” í breiðastu merking, t.e. viðurkenning av ADHD hjá teimum við ADHD, viðurkenning hjá foreldrum, ommum, abbum og øðrum avvarandi, fakfólkum, politikarum og samfelagnum. Tí viðurkenning er sjálvt grundarlagið undir, at fólk við ADHD fáa røttu og bestu karmar umframt røttu viðgerðina. Hettar er avgerandi fyri at fáa eitt gott lív við ADHD.

PERSÓNLIGAR SØGUR #VIÐURKENNING
Fyri at vaksa um viðurkenningina í samfelagnum, fara vit í gongd við at varpa ljós á persónligar søgur í smáum filmum og skrivaðum vangamyndum. Vit fara at gera ein instagram profil, har vit m.a. fara at brúka hashtaggið #viðurkenning.

RUNDFERÐ #VIÐURKENNING
Eisini fara vit í heyst á eina rundferð, har vit vitja tey 6 økini í landinum við fyrilestrum og persónligum søgum. Fyrsti evnisdagur er í Suðuroy 7.september, síðan fara vit til Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar, Sandoy og Streymoy.

HEIMASÍÐA
Arbeiði við heimasíðu er í gongd, og vit fara í næstum at fáa eina góða limaskipan, sum gera tað sera lætt at melda seg til. Tess fleiri vit eru, tess sterkari standa vit.

SJÁLVHJÁLPARBÓLKAR
Eisini hevur nevndin avgjørt, at fara í gongd við arbeiðið at fáa sjálvhjálparbólkar upp at standa

SKJÓT ÚTGREINING
umframt at gera almennu skipaninar gjøgnumskygdar t.e. hvørjar uppgávur og mannagongdi hava Sernám, heilsusjúkrasystrarnar, kommunurnar, kommunulæknanar, psykiatriski depilin og onnur tá tað kemur til ADHD. Vit ynskja eina góða skipan og greiðar mannagongdir, soleiðis at tað verður lætt og skjótt hjá persónum við ADHD symptomum at vera útgreinaðir, soleiðis at viðgerðin kann byrja sum skjótast, tí tíðliga innsatsur hevur sera stóran týdning.

Nýggja nevndin: Bjørg, Maibritt, Hans, Sunrið, Bára og Eyðvør

VIT HAVA BRÚK FYRI TÆR
Okkum tørvar góðar hendur at hjálpa til. Tað kann verða at skriva tilfar til heimasíðuna, hjálpa til við arbeiðinum við sjálvhjálparbólkum ella okkurt annað. Hevur tú hug at verða við í arbeiðinum við einhvørjum, so ert tú vælkomin at venda tær til okkara.