Aðalfundurin hjá ADHD-felagnum verður 23.mai kl. 15-17 í Megd-húsinum, Íslandsvegur 10C.
Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós á støðuna hjá tannáringum og ungum við ADHD.
Vit vita, at nógv færri gentur fáa staðfest ADHD/ADD, hóast hagfrøðiliga eiga at verða javnari býtt millum kynini. Og vit vita, at tær sum fáa diagnosu, fáa hana fleiri ár seinri enn dreingir.
Vit vita, at nógvar eru hørðu lagnurnar hjá gentum, sum ofta fáa tunglyndi og ella angist. Summar byrja at skera seg, taka rúsevnir, verða ungar mammur og megna ikki at fáa sær eina útbúgving. Lagnan hjá nógvum er eitt lív við lægri inntøku, verri heilsu og einari livitíð 12,5 ár styttri enn meðal.
Vit vita, at tíðliga hjálp og røtt viðgerð hjálpir so væl, at børn og ung kunnu síggja fram til eitt lív við eins góðari lívsgóðsku, sum teirra javnaldrandi mált á inntøku, heilsu og lívslongd.
Vit hava fingið 23 ára gomlu Onnu Nolsøe Joensen at fortelja um síni torføru tannáringaár, og hvussu hon við góðari hjálp og viðgerð á eitt nú Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág hevur rættiliga fótað sær. Anna fekk gott miðnámsprógv í fjør, og er í dag í barsil frá læraralestri.
Oddbjørg Johansen er leiðari á stovninum, har Anna búði, og hevur drúgvar royndir og gott innlit í og brennir fyri at betra umstøðurnar og viðgerðina hjá ungum. Hon kemur at hava eitt upplegg um, hvussu økið er og, hvussu tað kann betrast.
Aðalfundurin verður í fundarhølinum á veghæddini í Megdhúsinum. Tað skula veljast tvey nýggj fólk í nevndina umframt tveir tiltakslimir.
Mál ella uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 8 dagar áðrenn fundin, tey kunna sendast til adhd@adhd.fo.
Viðtøkurnar kunnu síggjast á heimasíðuni adhd.fo.
Við vón um fjølmenta uppmøting.
Nevndin í ADHD-felagnum.