Altjóða ADHD awareness mánaður er, og ongantíð hava fleiri ávísingar verið til vaksna- og barnaspykiatriinar í Føroyum.
-Tað er ræðandi at vita, at børn skula bíða nógv meir enn eitt ár og vaksin enn longri, fyri at fáa hjálp.
-Ofta hevur tað tikið fleiri ár, at koma á listan og sostatt er vegurin so langur, at ADHD’ið verður nógv verri, enn tað kundi. Tað er als ikki nøktandi.
Her er leinkja til nýggjasta bíðilistan hjá Landssjúkrahúsinum:
Hinvegin fegnast vit um, at tilvitið um ADHD/ADD er økt, og fleiri eru gjørd varug við, at teirra avbjóðing kann skyldast óviðgjørdum ADHD/ADD! – Viðgerðin er einføld og hjálpir ofta væl, tí er tað skilagott at kanna seg.
Allan oktober fara vit at varpa ljós á viðurskifti og upplýsing um ADHD/ADD, so fylg við.
Fyrsta átakið er hesin lítli filmurin sum vísir, at ADHD finst um alt Føroyar.