ADHD felagið skipar fyri sjálvhjálparbólkum og tú kanst tekna til nú.
TEKNA TIL VIÐ AT SENDA teldupost til adhd@adhd.fo – skriva navn, aldur og telefonnr.
Bólkarnir eru :
- BØRN uml. 9 – 14 ár – Byrjar 17.mai 2021. Ókeypis. Faklærdur bólkaleiðari
- UNG uml. 14-22 – Byrjar 7.apríl 2021. Ókeypis. Faklærdur bólkaleiðari
- KVINNUR verða mánadagar kl. 17-19. Byrjar 23.august 2021. Kostnaður 200kr. Faklærdur bólkaleiðari
- MENN byrjar mikudagin 23.august 2021 kl. 17-19. Kostnaður 200kr. Faklærdur bólkaleiðari
- FORELDUR koyrir uml. 3.hvørt mánakvøld kl. 19.15-21.15. Kostnaður 200kr
- FORELDUR AT UNGUM, koyrir og er fultteknaður. Kostnaður 200kr
- MAKUM byrja 8. februar og verða 2.-3. hvørt mánakvøld kl. 19.15-21.15. Kostnaður 200kr
(broytingar kunna koma fyri)
Treytin fyri luttøku er, at tú hevur staðfest ADHD ella ADD og at tú ert limur í ADHD felagnum.
Melda teg sum lim her, tað kostar einans 200kr um árið.
Kundi tú hugsa tær at vita meir ella melda teg til, kanst tú skriva til okkara á adhd@adhd.fo, og upplýsa aldur
Eitt sindur um sjálvhjálparbólkarnar.
Hvussu ofta: uml. 9 ferðir.
Kostnaður: 200kr (Børn og ung luttaka ókeypis)
Hví? Tað hevur stóran týdning, at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu ein hevur tað.At tosa saman um avbjóðingar, trupulleikar, kenslur og annað, og at kunna deila royndir og fáa hjálp og vegleiðing.
Hvussu: Ynskir tú at luttaka í einum bólki, kanst tú melda teg við at skriva til adhd@adhd.fo
Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til ADHD felagið á tlf. 211428 ella skriva til okkum á adhd@adhd.fo ella umvegis Facebook.