Bræv til foreldur í skúlanum – dømi 2

Ein mamma at gentu við ADHD hevur deilt sítt bræv, sum hon skrivaði til foreldrini í skúlanum. Vit hava kallað gentuna XX, so brævið er dulnevnt. Tú ert vælkomin at kopiera tekstin og gera títt egna bræv. Tað kann til dømis deilast á telduposti við allan foreldrabólkin ella í facebookbólkinum hjá flokkinum.

 

Brævið kemur her:

Góðu foreldur í 3.flokki.

Tað er ikki lætt at skriva hetta brævið, tí tað er altíð so kensluborið, tá tað snýr seg um sítt egna barn.

Nógv tykkara hava nokk hoyrt um XX frá tykkara børnum. Kanska tit undrast, hví hon er so lítið í skúla ella hava hoyrt um, at hon ofta er kedd í skúlanum. Hon hevur trivist so illa í 3.flokki, og tað er týðiligt, at hon ikki megnar vanlig krøv í skúlanum. Tað gekk betri í 1-2.flokki. Vit hava saman við flokslæraranum roynt at gjørt ávísar broytingar, men tíverri var tað ikki nokk, so hon hevur næstan ikki luttikið í undirvísing í fleiri mánaðar. 

XX hevur ADHD, sum óivað er orsøkin til hennara avbjóðingar. At fáa diagnosuna hevur hjálpt henni og okkum at skilja, hví hon ofta blívur meira kedd enn onnur, hví hon troyttast skjótari og hevur lyndi til at trekkja seg, og hví hon hevur so trupult við at hugsavna seg um skúlating. Hon er annars sera skilagóð, kreativ og hjartagóð, og hon dugir væl fakliga, so tí er tað ikki lætt at síggja hana hava tað so ringt.

Nú er tíðin komin til, at vit mugu innsíggja, at skúlin hóskar ikki til XX. Hon hevur brúk fyri einum stað, har hon kann trívast og vera hon – og ikki bara vera “á síðulinjuni” uttanfyri flokkin, tí hon ikki megnar tað sama sum hini. At blíva við at pressa eitt barn, ið trívist illa, er ikki rætt. So aftaná summarferiuna fer hon at byrja í øðrum skúlatilboði, har fleiri onnur børn ganga, sum ikki megna at ganga í vanligum fólkaskúla. Vit vóna, at tað fer at broyta hennara hug til at læra og gera hana glaðari

At enda, so vilja vit bara siga, at vit hava altíð kent okkum væl í flokkinum og vilja takka fyri tíðina higartil Tit eiga nøkur fitt børn, sum altíð hava verið blíð við XX, men hon megnar tíverri ikki so væl at skapa nýggj vinarbond. Hon hevur ikki verið so nógv við í tí sosiala í seinastuni, men hon hevur hugnað sær, tá hon hevur verið við Og hon fer heilt vist at halda sambandið við vinkonurnar frá skúlanum.

Vit vóna, at hetta gevur tykkum sindur av innlit í okkara og hennara støðu. Og vit vóna tað ger tað lættari at lofta tykkara børnum, um tey tosa um XX og hava spurningar um ADHD, eisini seinni, um tey møta øðrum við líknandi avbjóðingum.

Um tit sita við spurningum, so eru tit altíð vælkomin at spyrja.

Vh.

Mamma og pápi at XX