Hava tit eina útgreining frá 17.september ella fyrr, so ber til at kontakta Barnapsykiatriina og fáa eina tíð til at starta upp heilivágsviðgerð, hóast fleiri av okkara limum hava fingið hettar noktað seinastu mánaðirnar. Orsøkin er, at B&U brúkar dagin skrivið kom út, sum skeringsdato. Hettar frætta vit frá limum okkara.
Tað var 17. september at Landssjúkrahúsið sendi skriv út, har tey gera vart við, at framyvir er bert ein bíðilisti, og tí koma øll at bíða í meir enn 24 mánaðir, óansæð um tú ert tilflytari og væl heilivágsreguleraður, ert nýliga útgreinaður, ella er komin uttanfyri skipanina, av onkrari orsøk. Tað er ein bíðilist til øll, og tey koma framat eftir tørni. Les skrivið her
-Tað verður sostatt ikki hugt eftir støðuni ella tørvinum hjá tú einstaka barninum, ið verður ávíst.
ADHD felagið harmast stórliga um, at Landssjúkrahúsið og mynduleikarnir ikki brúka alla orkuna uppá at finna loysnir til at stytta bíðirøina, heldur enn at gera tað torførari at fáa røttu viðgerina so tíðliga, sum gjørligt. Um orkan ikki finst innanfyri heilsuverkið, so kundi eitt samstarv við privatar útgreinarar verið ein loysn, at fingið bíðirøðina niður. Tað snýr seg um, at tíðliga hjálp er besta hjálp, sum fyribyrgir fylgisjúkum og minkandi sjálvsvirði.
Er barn títt komið í klemmu av nýggju mannagongdini við at tað er ein bíðirøð til Barna- & ungdómspsykiatriina, eru vit sera áhuga í at frætta frá tykkum. Skrivið til adhd@adhd.fo ella ring 211428.