Í dag vóru eini 20 fólk til limakaféina um eini ADHD-vinarlig jól.
Beinta Nørspang Davidsen, ADHD heimaráðgevi í Almannaverkinum, greiddi frá, og tað var bæði áhugavert og læruríkt.
Jólini kunnu vera stressandi fyri børn við ADHD. Har eru jólahald, familjutiltøk, jólaveitslur og foreldur, ið renna runt og royna at náa alt, tey skulu. Í skúlanum er tímatalvan ofta ikki vanlig, tí har eru jólakonsertir, jólaklipp, nissuvinir og gudstænastur – alt øðrvísi enn tað plagar.
Tað sum ofta er felags, er at har eru nógv fólk savnað, við larmi, ljósi, øðrvísi lukti og øðrvísi mati – og alt hetta er avbjóðandi fyri sansaskipanina. Tí uppliva nógv foreldur, at børnini verða yvirstimulerað í desember mánaða. Bæði av øllum tí, sum er øðrvísi, men eisini av øllum spenninginum og at gleða seg til alt møguligt.
Beinta vísti á, at man kann hugsa heilan sum eina trýdeilda skipan, har skiparin stýrir tankunum, dekkarin stýrir kenslunum og maskinmaðurin stýrir sansunum. So tá barnið er yvirstimulerað ella stressað, so mugu vit sløkkja eldin, har eldur er í – og also ikki royna at tosa tey til fornuft.
Eisini kom Beinta við ymiskum góðum ráðum og vísti á amboð, sum hjálpa. Til dømis at brúka tey 10 H’ini at fyrireika børnini áðrenn tiltøk og at gera desember mánaða visuellan, so tað er lætt at fylgja við, nær tey ymisku tiltøkini eru. Eisini vísti Beinta eitt hugskot til eina jólaskrá, har man kann seta tíðspunkt á alt tað, sum skal henda jólaaftan.
Gleðilig jól til tykkum frá okkum!