Kunning frá Psykiatriska deplinum.
Nógvir føroyingar, sum flyta niður, hava fingið at vita frá danska kommunulæknanum, at fyri at fáa einstaklingatilskot til heilivágin, so skula teir fyrst síggjast av psykiatara, hetta hóast kommunulæknin kann søkja um tilskotið!
Bíðitíðin til psykiatara er eisini sera long í Danmark, og tí eru fleiri komin í eina sera trupla støðu.
Tey, sum flyta niður, plaga at fáa eina váttan við frá Psykiatriska deplinum um viðgerðina.
Nú hevur Psykiatriski depilin í samstarvi við Lægemiddelstyrelsen broytt váttanina soleiðis, at prakitiserandi læknar verða kunnaðir um mannagongdina, soleiðis at kommunulæknin søkir um tilskotið.
Lægemiddelstyrelsen sigur, at tað vanliga tekur tvær vikur at avgreiða umsóknirnar um tilskot.
Vit fegnast um, at Psykiatriski depilin tók stig til at greiða fløkjuna og loysa avbjóðingina, soleiðis at tað nú er nógv lættari at flyta niður við ADHD.