ADHD felagið hevur verið á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálaráðnum.
Vit høvdu tvey høvuðsmál við á fundinum
• Úskriving av ADHD heilivági í Føroyum:
• Bíðikøin og væntandi psykoedukatión
Millum annað ynsktu vit, at blíva kunnaði um:
Endurnýggingarfreistina til resept, útflýggjan av heilivági til tey, sum eru útgreinaði privat, og útflýggjan av heilivági til tey, sum hava ADHD og flyta heim til Føroyar.
Hvat ætlar heilsuverkið at gera við langu bíðikøini hjá vaksinpsykiatriin? Sambært heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum eru yvir 500 í bíðikø.
Børn og vaksin fáa í dag ikki psykoedukatión. Hetta er neyðug læring fyri at kunna skilja og læra at liva væl við diagnosuni.
Í Barnapsykiatriini verða nógv børn avvíst. Spurningurin er, hvat verða tey avvíst til?
Við okkara vitan, er tað sera umráðandi, at felagið kann samstarva við stovnarnar og tí hava vit bjóðað okkum fram til at hava fleiri sjálvhjálparbólkar, undirvísing, psykoedukatión og vegleiðing eins og okkara norðurlendsku systurfeløg.
Vit takka fyri góðan fund og vóna gott samstarv.