ADHD Norden

ADHD felagið luttekur á norðurlendskum fundi í Keypmannahavn

ADHD felagið er limur í norðurlendska felagsskapinum ADHD Norden, har øll norðurlendsku ADHD feløgini eru limir.

Vit samstarva um, at deila okkara vitan og tilfar. Vitan er ein týðandi táttur og amboð fyri at røkka málinum, og tí er sera týdningarmikið, at vit áhaldandi fylgja væl við og veita góða vegleiðing, og tað gera vit við eitt nú, at luttaka í samstørvum í Føroyum og uttanfyri Føroyar.

Feløgini møtast á hvørjum ári og skiftast til at møtast í okkara londum.

Í ár verður árligi fundurin hildin í Keypmannahavn tann 24. og 25.mai. Okkara forkvinna Bjørg Dam og nevndarlimur Petra Weihe Mikkelsen luttaka hesuferð. Evnini í ár eru m.a:

  • Arbejðsmarknaðurin – atgongd til arbeiðsmarknaðin hjá ungum
  • Diagnostisering – yvir-og undirdiagnostisering
  • Bíðilistar og útskriving av heilivági
  • Átøk í skúlaskipanini